HR í Føroyum vil røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini ynskja vit at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.
Nevndin skipað seg
Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaða aðalfundin 22. februar 2024.
Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg av nýggjum eftir ársaðalfundin í dag
Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum hevur verið í dag á Hotel Brandan. Nevndin hevur fingið nýggjar nevndarlimir og hevur skipað seg av nýggjum.
Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum verður á Hotel Brandan 23. februar kl. 9.00
Aftaná aðalfundin kemur Pernille Garde Abildgaard, sum er serfrøðingur innan nýggja rákið; fýra dagars arbeiðsvika, at hava ein fyrilestur. Pernille Garde Abildgaard kemur at tosa um úrslit frá ymsum fyritøkum, sum hava roynt fýra dagars arbeiðsviku í eina tíð. Í summum førum geva fýra dagar betri úrslit enn fimm. Hvussu ber hetta til? M.a. tað fer Pernille Garde Abildgaard at koma nærri inn á.
Fyrilestur við Helle Hein í Smæruni í dag
Í dag verður ein forvitnisligur fyrilestur við granskaranum Helle Hein í Smæruni í Havn. Evnið er “Når stress skyldes mangel på mening”. Enn eru nøkur fá pláss eftir. Tiltakið er ókeypis fyri limir, men ikki limir gjalda kr. 400,-. Fyrilesturin byrjar kl. 13.00.
Vitjan á Nestle
4. oktober vóru 16 limir í HR í Føroyum og vitjaðu HR-deildina hjá Nestle í Keypmannahavn. Ein sera spennandi vitjan.
Føroyska samfelagið og strongd
Hósdagin 7. apríl skipaði HR í Føroyum fyri tiltakinum ” Føroyska samfelagið og strongd”.
Fyritøkan Lóður ger nógvar trivnaðarkanningar á arbeiðsplássum eins væl og samfelagskanningar fyri ymsar bólkar. Fyritøkan hevur tí eftirhondini nógv hagtøl, sum vísa hvussu støðan sær út í Føroyum.
HR í Føroyum fer at arbeiða meira við hesum evninum og fer at samstarva við Lóður um líknandi átøk í nærmastu framtíð.
Føroyska samfelagið og strongd
Áhugafelagið ”HR í Føroyum” fer saman við Lóður at hava eitt spennandi tiltak um føroyska samfelagið og strongd. Tiltakið, sum er alment, verður í Smæruni í Tórshavn, hósdagin, 7. apríl 2022, kl. 15.00 til 17.00. Kostnaðurin er kr. 200. Tey, sum ynskja at luttaka, flyta gjaldið á kontu 6460 595.049.1 hjá HR í Føroyum og trýsta á “Fari” á fb-tiltakinum.
Heri Joensen frá Lóður kemur at hava eina framløgu. Eftirfylgjandi verður møguleiki at seta spurningar og gera viðmerkingar evnið.
Nevndin skipað seg av nýggjum
Hósdagin 24. februar var árligi aðalfundurin hjá áhugafelagnum HR í Føroyum.
Fundurin var á Hotel Brandan, sum stuðlaði felagnum hesa ferð.
Á skránni var frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, og roknskapurin var lagdur fram.
Nevndin hevur skipað seg av nýggjum við Hera Kjærbo sum formanni, Alexandru á Dul, sum næstforkvinnu, Annu Mariu Ellingsgaard sum skrivara, Báru Gásadal sum kassameistara og Bergtóru Høgnadóttir, Beintu Wilhelm og Rasmus Nolsøe sum nevndarlimir.
Rikke Østergaard luttekur á aðalfundinum hjá HR í Føroyum
Rikke Østergaard verður gestarøðari á aðalfundinum hjá HR í Føroyum, 24. Februar 2022 á Hotel Brandan.
Árligi aðalfundurin hja áhugafelagnum HR í Føroyum
Árligi aðalfundurin hjá áhugafelagnum HR í Føroyum hevur verið ígjár 6. aprÍl. Nevndin er víðkað og telur nú 7 limir. Nýggja forkvinnan í felagnum er Bergtóra Høgnadóttir.
Áhugafelagið bjóðar limum sínum fleiri HR-netverk
Áhugafelagið HR í Føroyum bjóðar nú sínum limum nøkur spennandi HR-nerverk. HR-netverkini hava til endamáls, at styrkja fakliga økið á HR økinum í Føroyum.
Spennandi limatiltak við pallborði verður í Perluni 18. Mars, har evnið verður “Hvat er HR?”
Skipað verður fyri einum spennandi limakvøldið í Perluni í Havn, hósdagin 18. Mars, kl. 19.00. Skipað verður fyri pallborðið og høvið verður at fáa góðar relatiónir við onnur HR fólk. Tiltakið er fyri limir.
Webinar við Jan Willemose fyri limir
26. Februar fáa limirnir í áhugafelagnum “HR í Føroyum” høvi til at luttaka á einum webinari. Tað verður Jan Willemose, vinnusálarfrøðingur, sum kemur at luttaka. Tiltakið er bert fyri limir.