Fyrilestur við Helle Hein í Smæruni í dag

Í dag kl. 13.00 skipar HR í Føroyum fyri einum forvitnisligum fyrilestri, har granskarin Helle Hein fer at hava fyrilestur um evnið: Når stress skyldes mening. Tá vitanarstarvsfólk fáa strongd, eru ráðini ofta at tey skulu hava færri truplar uppgávur og trýsta á kenda “PYT” knøttin. Men, tað ger alt bara verri, sigur kendi leiðslugranskarin Helle Hein. Hon hevur eina bók ávegis um júst hetta evnið.

Fyrilesturin verður í dag í Smæruni í havn. Tiltakið er ókeypis fyri limir. Men, øll onnur eru eisini vælkomin og er eitt gjald á kr. 400,- sett á. Enn eru nøkur fá pláss eftir. Um tu ynskir at luttak, kann tú flyta peningin á konto 6460-5950491 V-tal 660299 og viðmerkja navn títt.

Previous
Previous

Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum verður á Hotel Brandan 23. februar kl. 9.00

Next
Next

Vitjan á Nestle