Viðtøkur fyri HR í Føroyum
§ 1 Navnið á áhugafelagnum
Navn áhugafelagsins er “HR í Føroyum”.
§ 2 Endamál
Endamál áhugafelagsins er, at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Endamálið er, at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.
Stk. 3. Endamálið er, at skapa eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um HR v.m.
§ 3 Limaskapur
Ein og hvør, ið starvast við/innan HR ella starvast við organisatións- og starvsfólkaviðurskiftum, kann gerast limur við at venda sær til ein nevndarlim.
Stk. 2. Nevndin kann loyva upptøku, sum ikki lýkur treytini í stk. 1.
Stk. 3. Aðalfundurin ásetur limagjaldið á hvørjum fundi.
Stk. 4. Nevndin kann strika lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi ella mótarbeiðir endamálinum hjá HR í Føroyum.
Stk. 5. Limir kunnu melda seg úr áhugafelagnum við skrivligari fráboðan, við gildiskomu frá byrjan av næsta roknskaparárið.
§ 4 Aðalfundur
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki áhugafelagsins. Nevndin kallar inn skrivliga til aðalfund við 21 daga freist. Í innkallingini skal standa, hvør stendur fyri vali, og hvør verður skotin upp til nevndarlim. Mál at leggja fyri aðalfundin, her uppi í møgulig uppskot til nevndarlim, skulu vera nevndini í hendi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Kunning um innkomin mál verður send limunum í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í februar.
Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
1. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.
2. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
3. Áseting av limagjaldi.
4. Val av nevndarlimum og møguliga tiltakslimum.
5. Innkomin mál.
6. Ymiskt.
Stk. 2. Aðalfundurin verður stýrdur av fundarstjóra, sum nevndin velur.
Stk. 3. Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Fundarstjórin kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram munnliga til fundirnar, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt.
Stk. 4. Avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meirluta, um ikki annað er tilskilað í lógini. Hvør limur hevur eina atkvøðu. Limir, ið ikki kunnu møta til aðalfund, kunnu við eini skrivligari fulltrú, loyva øðrum limi at atkvøða fyri seg. Í fulltrúini skal tað týðuliga standa, hvat tað er fyri evni á skránni, ið atkvøtt verður um, og um viðkomandi atkvøður fyri ella ímóti. Limir, sum ikki hava goldið limagjald undanfarna ár, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundinum.
§ 5 Eykaaðalfundir
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá í minsta lagi 1/3 av limunum krevja tað, við ávísing til tey evni, ið ynskjast viðgjørd. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.
§ 6 Nevndin
Áhugafelagið verður stýrt av eini 5 ella 7 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár soleiðis, at annaðhvørt ár standa 2-3 limir fyri valið og annaðhvørt ár standa 3-4 limir fyri valið. Nevndin skipar seg sjálv.
Stk. 2. Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 2/3 av nevndarlimunum eru á fundi.
Stk. 3. Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt.
Stk. 4. Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.
Stk. 5. Nevnd áhugafelagsins er evsti myndugleiki ímillum aðalfundirnar.
Stk. 6. Vanligt fleirtal er galdandi fyri allar avgerðir sum nevndin tekur.
§ 7 Roknskapur
Roknskaparár felagsins er frá 1. januar og til 31. desember. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31. desember 2019. Roknskapurin verður góðkendur av 3 nevndarlimum.
§ 8 Viðtøkubroytingar
Viðtøkubroytingar kunnu einans fara fram á aðalfundinum.
Stk. 2. Fyri at broytingar í viðtøkunum kunnu góðkennast krevst, at minst 2/3 av teimum, ið hava atkvøtt, atkvøða fyri uppskotinum.
§ 9 Avtøka
Felagið kann verða avtikið á vanligum aðalfundi.
Stk. 2. Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt vælgerandi endamál.
§ 10 Stovnan av áhugafelagnum
Í sambandi við stovnan av áhugafelagnum verða fimm nevndarlimir valdir á stovnandi aðalfundinum, tó soleiðis, at tveir verða valdir fyri eitt ár og tríggir fyri tvey ár.
Soleiðis samtykt á aðalfundi 6. apríl 2021
Alexandra á Dul
Anna Maria Ellingsgaard
Bára Gásadal
Heri Kjærbo
Steinbjørn Hardlei