Stutt um felagið
Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni á HR-økinum.
Okkara visjón
Íblástrarkelda
HR í Føroyum er ein íblástrarkelda til HR-arbeiðið í gerandisdegnum. Gjøgnum aðrar limir kann limurin fáa íblástur til nýggja tilgongd til HR umframt starvsfelaga- og skipanarviðurskifti, o.s.fr.
Vitanarskapandi
HR í Føroyum er eitt áhugafelag, har vitan og royndir verða lutaðar. Eitt áhugafelag, har limurin letur av síni vitan og gjøgnum læring og íblástur frá øðrum kann fáa økt ta vitan og tær royndir, hann longu hevur.
Sparring
Tað er okkara vón, at sparring og vitanardeiling innan HR og starvsfólkaøkið er við til at geva íblástur til eitt nú best practice.
HR í Føroyum stendur ikki eina
Tilverugrundarlagið hjá HR í Føroyum hvílir á teimum ymsu sambondunum til vinnulívið, vinnulívsfólk og fyritøkur í Føroyum og úti í heimi.
Fjølbroytta áskoðan
Vilt tú gjarna menna teg, samstundis sum tú lærir frá tær? So er HR í Føroyum fyri teg. Tað heilt serliga við HR í Føroyum er, at samskiftisgrundarlagið er ymiskt grundað á okkara útbúgving og starvsroyndir, og hetta er við til at geva okkum eina fjølbroytta áskoðan.
Nevndin:
Rasmus Nolsøe, formaður, tel. 299555
Alexandra á Dul, næstforkvinna, tel. 288922
Sonny Joensen, skrivari, nevndarlimur
Bára M. Gásadal, kassameistari, nevndarlimur
Andras Thomassen, nevndarlimur
Rannvá Justinussen, nevndarlimur
Hanna Nónstein, nevndarlimur
Gerst limur
Limagjaldið er 500 kr. um árið. Konto nr. 6460-5950491.
Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið HR í Føroyum skipar fyri.
Til ber at melda seg inn í felagið við at senda ein teldupost á hr@hriforoyum.fo.
Ein og hvør, ið starvast innan ella við HR ella starvast við organisatións- og starvsfólkaviðurskiftum, kann gerast limur.
Vit vilja fegin hoyra frá tær
Hevur tú okkurt evni, sum er aktuelt og spennandi at taka upp, send okkum so ein fyrispurning. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send ein fyrispurning
Hevur tú okkurt serstakt evni, sum er aktuelt og spennandi at taka upp, send okkum so ein fyrispurning. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum.