Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum verður á Hotel Brandan 23. februar kl. 9.00

Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum

 

23. februar kl. 9.00 verður ársaðalfundur á Hotel Brandan, Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkum.

Aftaná aðalfundin kemur Pernille Garde Abildgaard, sum er serfrøðingur innan nýggja rákið; fýra dagars arbeiðsvika, at hava ein fyrilestur. Pernille Garde Abildgaard kemur at tosa um úrslit frá ymsum fyritøkum, sum hava roynt fýra dagars arbeiðsviku í eina tíð. Í summum førum geva fýra dagar betri úrslit enn fimm. Hvussu ber hetta til? M.a. tað fer Pernille Garde Abildgaard at koma nærri inn á.

Harumframt fer Rúni Djurhuus, frá bilasøluni P/F Wenzel, sum er fyrsta fyritøka í Føroyum at boða frá 4 dagars arbeiðsviku, stutt at greiða frá teirra royndum við 4 dagars arbeiðsviku, sum tey hava roynt síðani 1. januar 2023.

 

Møtið fjølment

HR í Føroyum

Previous
Previous

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg av nýggjum eftir ársaðalfundin í dag

Next
Next

Fyrilestur við Helle Hein í Smæruni í dag