Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg av nýggjum eftir ársaðalfundin í dag

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg!

Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum hevur verið á Hotel Brandan í dag. Millum annað var nevndar val á skrá. Tveir limir stóðu fyri vali. Anna Maria Ellingsgaard og Bergtóra Høgnadóttir stillaðu ikki uppaftur til eina nýggja setu. Tvey nýggj uppskot komu inn til aðalfundin, og vóru tey bæði vald inn. Tey nýggju í nevndini eru Sonny Joensen og Guðrun Poulsen.

Takka varð Annu Mariu og Bergtóru fyri teirra íkast og ynskt báðum alt tað besta! Samtíðis varð ynskt Sonny Joensen og Guðrun Poulsen hjartaliga tillukku við valinum og vælkomnan í nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Rasmus Nolsøe sum formanni, Alexandra Á Dul, næstforkvinnu, Sonny Joensen, skrivara, Bára Gásadal, kassameistara, Beinta Wilhelm, nevndarlimi, Guðrun Poulsen, nevndarlimi og Heri Kjærbo, nevndarlimi.

Nevndin fer til verka beinanvegin og verður fyrsta tiltakið fyrst í mai mánaði. Eitt tiltak verður bert fyri limir 3. mai og eitt alment tiltak 4. mai. Hetta verður kunnað meira um skjótast.

Á myndini væntar Guðrun Poulsen.

Previous
Previous

Virðisøkjandi HR virksemi við Peter Møller

Next
Next

Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum HR í Føroyum verður á Hotel Brandan 23. februar kl. 9.00