Virðisøkjandi HR virksemi við Peter Møller

So hava vit endiliga møguleika at førleikamenna okkum innan HR!

Komið við til ein spennandi limadag 03. mai, har tú fært íblástur og amboð til at arbeiða við teimum mest týðandi uppgávunum innan HR.

Tú fært íblástur og amboð til hesi øki:

HR-rollan og ábyrgdarøkið -

Vit byrja dagin við at umrøða HR-leiklutin og ábyrgdarøkið. Hvat er leikluturin og ábyrgdin hjá HR, og
hvørjar førleikar hevur HR-ráðgevin og HR-leiðarin, sum fólk eftirspyrja?

Soleiðis skapar tú mest virði -

Fyritøkur eru ymiskar og hava ymisk ynskir um stuðul og uppgávur, ið HR-økið skal loysa. Her fært tú høvi at
áseta, hvørjar HR-uppgávur skapa mest virði, har tú starvast. Amboðið, ið verður nýtt, er roynt í yvir 300
fyritøkum seinastu 10 árini. Tú fært íblástur til, hvussu tú kanst nýta amboðið á tínum arbeiðsplássi.

Strategisk førleikamenning -

Førleikamenning er ein týðandi partur í sambandi við at framtíðartryggja tína fyritøku. Her fært tú eitt
amboð, ið tryggjar, at tykkara førleikamenning eftirlíkar framtíðartørvin hjá fyritøkuni, er motiverandi og styrkir førleikarnar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Amboðið hevur broytt arbeiðið við førleikamenning hjá
nógvum fyritøkum og gjørt, at fyritøkur eru minni tengdar at tilvildarligum og dýrum skeiðum.

Draga at sær og fasthalda dugnalig starvsfólk -

Vit hava helst øll roynt at missa nøkur dugnalig starvsfólk og vita, hvussu avbjóðandi hetta kann vera. Vit fara at umrøða, júst hvat hugfangar og fastheldur tey dugnaligu starvsfólkini. Hetta verður
ein verkligur partur, har tú við hesi vitan kemur at gera tær ein lista yvir, hvussu tín fyritøka kann draga at sær og fasthalda dugnaligu starvsfólkini.

Broytingarleiðsla -

Her koma vit at gera okkum ein lista, ið skal hjálpa tær næstu ferð, tú skalt fremja broytingar í tínari fyritøku. Listin kemur at vera grundaður á m.a. persónligar royndir frá fleiri enn 200 fyritøkum.

_____________________________________________________________

Til at undirvísa og skipa dagin hava vit fingið Peter Møller.

Peter Møller er ein væl dámdur fyrilestrarhaldari og nógv eftirspurdur virkisráðgevi. Sum fyrilestrahaldari er
hann góður til at bera fram og nýta dømir frá gerandisdegnum. Peter Møller hevur drúgvar persónligar royndir sum leiðari, og hevur í 10 ár arbeitt sum altjóða leiðari fyri leiðara- og virkismenningini hjá Novo Nordisk. Hann kennir væl ymsu tvístøðurnar, fyritøkur kunnu enda í, og hevur nógvar royndir
sum virkisráðgevi hjá bæði privatum fyritøkum og tí almenna. Serliga hevur hann hjálpt fyritøkum at útinna sínar ætlanir, fremja broytingar og gera virkisætlanir. Peter hevur arbeitt fyri flestu C25 fyritøkunum í Danmark og fleiri fyritøkum her á leiðini, m.a. Føroya Tele og Tusass í Grønlandi.
Hann er útbúgvin frá Flyvåbnets Officerskole og tikið prógv sum Cand.Psyk frá Københavns Universitet.
Harumframt hevur hann víðariment seg í m.a. Frankaríki, Schweitz og USA.

______________________________________________________________

Byrjað verður við morgunmati kl. 8.00.
Peter Møller byrjar kl. 8.30, og dagurin endar kl. 16.00.
Fyrrapartin fáa vit kaffi/te og frukt, á middegi eta vit frokost í matstovuni á Hotel Hafnia.
Seinnapartin fáa vit kaffi/te og dagsins køku.

Dagurin er skipaður soleiðis, at tað verður undirvísing, og síðan fáa vit høvi at umrøða evnini í smærri bólkum. Pláss verður eisini fyri at netverka!

Kostnaðurin fyri tiltakið er 345 kr.
Um fyritøkan rindar fyri tykkum, minnist til at fáa viðmerkt tykkara navn í flytingini.

Konto nr. : 6460-5950491 - V-tal 660299

Vit vóna at síggja so nógv av tykkum so gjørligt

Previous
Previous

Spennandi tiltak um hvussu tú kanst styrkja tínar førleikar til at fremja ætlanir í verki.  

Next
Next

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg av nýggjum eftir ársaðalfundin í dag