Spennandi tiltak um hvussu tú kanst styrkja tínar førleikar til at fremja ætlanir í verki.  

Tiltakið, sum er alment, verður á Parnassinum á Hotel Hafnia hósdagin, 4. mai 2023, kl. 13.00 til 16.00.

 Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 400.

Tey, sum ynskja at luttaka, vinarliga sendi til teldupost til hr@hriforoyum.fo

Luttakagjaldið skal flytast á kontu 6460-5950491 hjá HR í Føroyum. Um fyritøkan rindar fyri tykkum, minnist so endiliga til at viðmerkja navn á luttakara.

___________________________________________________________________________________________________________________________

Hvussu kunnu vit styrkja okkum til at útføra ætlanir í verki, tá ið broytingar eru ein fortreyt? Hendan seinnapartin fært tú íblástur til at styrkja tína fyritøku í at umstilla seg og at megna at útføra ætlanir í verki.

·       Slepp undan teimum 3 snávingarsteinunum, ið vit oftast møta 

Nógvar kanningar hava víst, at tað er lættari at gera eina ætlan, enn at fáa ætlanirnar settar í verk. Her fært tú vitan um tríggjar snávingarsteinar, ið vit oftast møta og hugskot til, hvussu tín fyritøka kann sleppa undan teimum.

·       Drag at tær og fasthald dugnalig starvsfólk

Kappingin um dugnalig starvsfólk økist alsamt. Samstundis eru dugnaligu starvsfólkini avgerandi fyri, um ein fyritøka megnar at útinna ætlanir og fremja broytingar í verki. Her fært tú eitt greitt innlit í, hvat hugfangar og ger, at tú fastheldur dugnaligu starvsfólkini. Somuleiðis fært tú hugskot til, hvussu tú kanst nýta hesa vitan til gagns fyri tína fyritøku.

·        Broytingarleiðsla

Tú fært ein lista, ið kann hjálpa tær, næstu ferð tú skalt í holt við broytingar í tínari fyritøku. Listin tekur støði í m.a. persónligum royndum frá fleiri enn 200 fyritøkum.

_______________________________________________________________________________________________________________________

Til at undirvísa og skipa dagin hava vit fingið væl umtókta fyrilestrahaldaran - Peter Møller.

Peter Møller er ein væl dámdur fyrilestrarhaldari og nógv eftirspurdur virkisráðgevi. Sum fyrilestrahaldari er hann góður til at bera fram og nýta dømir frá gerandisdegnum. Peter Møller hevur drúgvar persónligar royndir sum leiðari, og hevur í 10 ár arbeitt sum altjóða leiðari fyri leiðara- og virkismenningini hjá Novo Nordisk. Hann kennir væl ymsu tvístøðurnar, fyritøkur kunnu enda í, og hevur nógvar royndir sum virkisráðgevi hjá bæði privatum fyritøkum og tí almenna. Serliga hevur hann hjálpt fyritøkum at útinna sínar ætlanir, fremja broytingar og gera virkisætlanir. Peter hevur arbeitt fyri flestu C25 fyritøkunum í Danmark og fleiri fyritøkum her á leiðini, m.a. Føroya Tele og Tusass í Grønlandi.

Hann er útbúgvin frá Flyvåbnets Officerskole og tikið prógv sum Cand.Psyk frá Københavns Universitet. Harumframt hevur hann víðari ment seg í m.a. Frankaríki, Schweitz og USA. 

Previous
Previous

Aðalfundur við framløgu um FEEDBACK

Next
Next

Virðisøkjandi HR virksemi við Peter Møller