Aðalfundur við framløgu um FEEDBACK
Tann 22. februar 2024 hevði HR í Føroyum aðalfund. Limir løgdu út við morgunmati og eftir lokna aðalfund hevði Anders Stahlschmidt eina framløgu um FEEDBACK.
FEEDBACK – Gev starvsfólkunum okkurt at vaksa av.
HR í Føroyum hevur, í samstarvi við Synergi, fingið feedback-serfrøðingin Anders Stahlschmidt, sum kemur greiða okkum nærri frá, hvussu vit geva og móttaka feedback.
Flestu organisatiónir og fyritøkur hava javnan tørv á at menna teirra veitingar, tænastur og arbeiðshættir fyri at fylgja við í tíðini. Tí er neyðugt, at starvsfólk og leiðarar duga bæði at geva og móttaka feedback. Men hvussu fært tú sagt tað, sum skal sigast, og hvussu hoyrir tú tað, sum verður sagt? Í hesari framløguni fer feedback-serfrøðingurin og rithøvundurin Anders Stahlschmidt at siga frá bæði um fellur, mytur og ymisk dilemma, men eisini um allir møguleikarnar, sum vísa seg, tá tú byrjar at arbeiða við feedback-mentanini á arbeiðsplássinum.
Anders Stahlschmidt hevur m.a. skrivað bøkurnar “Førstehjælp til feedback” og “En kur mod konfliktskyhed”. Hann er útbúgvin journalistur við meira enn 20 ára royndum innan leiðslu, ósemjuhandfaring og sum organisationssálarfrøðis-ráðgevi (MPO). Hann hevur í nógv ár hildið eina ørgrynnu av skeiðum í Feedback, eisini fleiri í Føroyum fyri Synergi .