Nevndin skipað seg

Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaða aðalfundin 22. februar 2024.

Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum hevur verið á Hotel Brandan. Millum annað var nevndar val á skrá. Tríggir limir stóðu fyri vali. Heri Kjærbo, Alexandra á Dul og Bára Gásadal stóðu fyri vali. Heri valdi at takka fyri seg, meðan Alexandra og Bára ynsktu at halda áfram í nevndini.

Eitt nýtt uppskot kom inn til aðalfundin, og varð viðkomandi valdur inn. Tann nýggi í nevndini er Andras Thomassen.

Takka varð Hera Kjærbo fyri hansara íkast og ynskt honum alt tað besta! Samtíðis varð ynskt Andras Thomassen hjartaliga tillukku við valinum og vælkomnan í nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Rasmus Nolsøe sum formanni, Alexandra Á Dul, næstforkvinnu, Sonny Joensen, skrivara, Bára Gásadal, kassameistara, Beinta Wilhelm, nevndarlimi, Guðrun Poulsen, nevndarlimi og Andras Thomassen, nevndarlimi.

Nevndin fer til verka beinanvegin og eru nøkur tiltøk longu á veg. Hetta verður kunnað nærri um skjótast.

Previous
Previous

Spennandi virkisvitjan hjá Betri Trygging - limatiltak

Next
Next

Aðalfundur við framløgu um FEEDBACK