Vitjan á Nestle
Tað var ein sera spennandi og gevandi vitjan á Netsle í Keypmannahavn 4. oktober. 16 HR-fólk úr Føroyum eru í hesum døgum í Danmark og luttaka á HR ráðstevnuni “HR-Træf 2022. Áhugafelagið “HR í Føroyum” skipaði í hesum sambandi fyri eini vitjan á HR deildini hjá Nestle Nordik, har 20 HR-fólk starvast. Mikala Larsen, HR-stjóri hevði planlagt ein sera spennandi dag. Skráin var bæði innihaldsrík og gevandi. Millum annað bleiv tosað um HR-data, strategi og burðardygd. Allir limirnir fingu nógv burturúr 😀👍