Føroyska samfelagið og strongd
Hósdagin 7. apríl skipaði HR í Føroyum fyri tiltakinum ” Føroyska samfelagið og strongd”.
Fyritøkan Lóður ger nógvar trivnaðarkanningar á arbeiðsplássum eins væl og samfelagskanningar fyri ymsar bólkar. Fyritøkan hevur tí eftirhondini nógv hagtøl, sum vísa hvussu støðan sær út í Føroyum.
Heri Joensen sum er annar av eigarunum av Lóður, legði fram frágreiðing um omanfyri nevnda evni.
Heri greiddi fyrst frá hvussu teirra kanningar eru samansettar og hvussu ymsir spurningar vera settir tvørturum hvønn annan, fyri at fáa valid úrslit.
Teirra kanningar vísa, at føroyingar eru meira strongdir enn danskarar.
Tað eru serliga tey ungu sum eru strongd, tvs. tey í aldursbólkinum 25-34 ár. Serliga er tað fíggjarstøða og bústaðarstøða sum gevur teimum ungu strongd í Føroyum. Hetta er serliga áhugavert við HR brillum, tí vanlig hugsan í mun til strongd er, at tað kemur av arbeiðinum, meðan kanningin hjá Lóður vísir, at tey longu eru strongd áðrenn tey koma til arbeiðis.
HR fólk kunnu tí spyrja seg sjálvan: Hvat kunnu vit so gera við hetta?
Ella er tað samfelagið og politikkararnir sum skulu spyrja seg sjálvan hetta?
Vit hava støðugt vaksandi fólkatal í Føroyum, men vit klára ikki at fylgja við, tá tað kemur til at veita teimum bústað. Harumframt er nógv frammi í tíðini um ymsar lágløntar bólkar, har vit kanska av somu orsøk hava ringt við at manna størvini. Kanningin vísir tó ikki enn, um tað eru serligir fakbólkar sum eru strongdir.
Ífylgi kanningini er tað ikki eitt ávíst kyn, sum hevur meira strongd.
HR í Føroyum fer at arbeiða meira við hesum evninum og fer at samstarva við Lóður um okkurt í hesum sambandi í nærmastu framtíð.