Føroyska samfelagið og strongd
Áhugafelagið ”HR í Føroyum” fer saman við Lóður at hava eitt spennandi tiltak um føroyska samfelagið og strongd. Tiltakið, sum er alment, verður í Smæruni í Tórshavn, hósdagin, 7. apríl 2022, kl. 15.00 til 17.00. Kostnaðurin er kr. 200. Tey, sum ynskja at luttaka, flyta gjaldið á kontu 6460 595.049.1 hjá HR í Føroyum og trýsta á “Fari” á fb-tiltakinum á hesi Leinkjuni.
Heri Joensen frá Lóður kemur at hava eina framløgu. Eftirfylgjandi verður møguleiki at seta spurningar og gera viðmerkingar til evnið. Tað, sum vit fara at koma inná, er fylgjandi:
• Føroyska samfelagið og strongd – hvør er støðan, tá vit hyggja at ymsum bólkum við atliti at arbeiðsmarknaðinum?
Føroyar og føroyingar eru als ikki eins, tá tað ræður um strongd og lívsgóðsku sum heild. Samfelagið er í stórari broyting, og tað merkist, at lívsstøða og lívsháttur eru ymisk – eisini samanborið við onnur lond – og hetta hevur stórar avleiðingar og ávirkan á lívið hjá fólki.
• Grundar- og arbeiðsstrongd
Títt arbeiði ella tínar uppgávur kunnu geva tær strongd, men strongd skal skiljast sundur í fleiri partar, har ein partur er strongd, ið ikki stavar frá arbeiðsplássinum. Eisini her sæst stórur munur á ymsu fólkabólkunum.
• Hvørjir faktorar hanga saman við strongd á arbeiðsplássinum og í samfelagnum sum heild?
Inntøkubólkur, kyn, starvsbólkur, leiðsla, menning og annað hanga ofta neyvt saman við strongd.
• Hvørja ávirkan hevur strongd á arbeiðsgongd, trivnað, motivatión o.a.?
Tølini eru greið. Strongd starvsfólk hava nógv fleiri sjúkradagar, lægri motivatión og trívast sum heild verri til arbeiðis og geva harvið eitt munandi minni íkast til arbeiðsplássið.