Tey ungu vísa vegin til framtíðina - fyrilestur við Emilia van Hauen
Keyp atgongumerki her (ókeypis atgongd fyri limir í HR í Føroyum).
Tann 9. september, kl. 13, skipar áhugafelagið HR í Føroyum fyri spennandi framløgu við promenenta sociologinum og rithøvundanum, Emilia van Hauen.
Við støði í nýggju bókini, "Generation der skal redde verden... med lidt hjælp fra os andre. Forstå hvordan de unge Z’ere skaper vores fremtid", kemur Emilia van Hauen at geva okkum innlit í, hvussu arbeiðsgevarar kunnu leiða, hugbinda, hugfanga og skilja nýggja ættarliðið og hvørjar dynamikkir fara at gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum.
Framtíðar arbeiðsplássið uttan stigveldisskipan (hierarki) er við at verða útgreinað nú, meðan ættarliðsskiftið er í gongd. Hetta er eisini í ferð við at broyta arbeiðspláss.
Z’arnir, sum eru tey yngstu á arbeiðsmarknaðinum, eru uppald til líkarætt og samráðingar. Tey vísa teirra skapanarevni og kenslur. Tey leita eftir eini yrkisleið, ið gevur meining og sum hevur javnvág millum arbeiði og frítíð. Tey eru samstundis mest sárbæra og felagsskaps-leitandi ættarliðið nakrantíð.
Tí er tað ein heilt serlig avbjóðing at leiða, hugbinda og hugtaka tey. Faktiskt kann ein gott gloyma alt um at hugtaka – tað gevur onga meining fyri hetta ættarliðið. Heldur skal ein hugsa um tilknýti, sum hevur heilt aðrar treytir.
Við at skilja og læra frá teimum ungu NÚ, byggir man ikki einans eina brúgv ímillum øll starvsfólk í øllum aldri. Ein fyrireikar seg eisini til framtíðar arbeiðsplássið og nýggja leiðsluháttin, ið skjót verður normurin.
Fyrilesturin er upplýsandi og undirhaldandi og ígjøgnum søgur og dømir, fara tit at skilja, hvat drívur tey yngru ættarliðini og hvussu vit skulu eggja og arbeiða saman við teimum, so vit í felagsskapi skapa tað besta arbeiðsumhvørvið fyri øll.
Tiltakið verður í Smæruni í Havn.
Fyrilesturin varðar 2 tímar.