Virkisvitjan á Ørsted
Í septembur vóru limir í HR í Føroyum á virkisvitjan hjá Ørsted.
Ørsted er ein fyritøka, ið er sera frammalaga í starvsfólkaviðurskiftum, og hava leingið havt stórt fokus á góð arbeiðsviðurskifti, har tey royna at arbeiða aktivt við síni mentan og seta fokus á at gerast ein fleksibul og familjuvinalig fyritøka.
Janek Saunders, Head of People Strategy, tók væl ímóti okkum og tey høvdu fyrireika eina áhugaverda skrá.
Vit hoyrdu um 4 ymisk økir frá People Strategy, har fokus m.a. var á teirra Talent Acquisition, Talent Management og teirra leiðslu, førleikamenning & onboarding. Tey greiddu m.a. frá, hvussu tey miðvíst arbeiddu við førleikamenning, onboarding og tryggja at man hevur starvsfólk við røttu førleikum innan økir, ið annars kann verða ringt at skaffa starvsfólk til.
Virkisvitjan í Danmark er ein fastur táttur hjá felagnum og verður hetta lagt tilrættis í sambandi við HR Træfpunkt í Danmark. Í 2022 vóru limir á virkisvitjan hjá Nestlé Norden. Í 2023 vóru limir á virkisvitjan hjá Carlsberg. Eitt spennandi átak, ið gevur innlit og hvussu fjøllbroytt arbeitt verður innan fakøkið.