Áhugafelagið bjóðar limum sínum fleiri HR-netverk

Nýggja áhugafelagið “HR í Føroyum” hevur valt at skipa fleiri faklig netverk. Í fyrsta umfari eru trý netverk sett á stovn. Tvey netverk virka fyri HR yvirhøvur, men eitt virkar fyri GDPR ella nýggju persónsdatalóggávuni við serligum fokusi út frá starvsfólkaøkinum.

Netverkini eru bert fyri limir og er tað ókeypis at luttaka í einum netverki. Tey sum ynskja at gerast partur av einum netverki, kunnu venda sær til nevndina. Ætlanin er at fleiri netverk skulu setast á stovn í framtíðini. Til dømis eitt netverk fyri HR-løgfrøði og eitt fyri førleikamenning. Nevndin sigur, at tað er eftirspurningurin frá limunum sum avgerð, hvørji netverk verða sett á stovn.

Á myndini síggja vit GDPR-netverkið, sum komu saman í vikuni. Tvey vænta á myndini. Pláss er fyri fleiri limum í netverkunum. Tað eru Bergtóra Høgnadóttir, Rúni Rasmussen og Rakul B. Gardar sum leiða netverkini.

Previous
Previous

Árligi aðalfundurin hja áhugafelagnum HR í Føroyum

Next
Next

Spennandi limatiltak við pallborði verður í Perluni 18. Mars, har evnið verður “Hvat er HR?”