Spennandi limatiltak við pallborði verður í Perluni 18. Mars, har evnið verður “Hvat er HR?”
Hóskvøldið 18. Mars, kl. 19.00, verður eitt spennandi limatiltak í Perluni í Havn. Tað er áhugafelagið “HR í Føroyum” sum skipar fyri tiltakinum. Tað verður pallborð, har ymiskir HR-leiðarar, bæði kvinnur og menn, fara at seta fokus á spurningin: Hvat er HR ? Ætlanin er at koma vítt um evnið og fáa lýst HR betri. Hvat er HR, og hvat er HR ikki?
Nú koronasmittan ikki ger so mikið um seg og tilmælini eru linari, hevur nevndin í áhugafelagnum avgjørt at skipa fyri einum limatiltaki, har limirnir kunnu koma saman. Nevndin sigur, at hon gleðir seg at møta nógvum limum og væntar at fleiri nýta møguleikan at koma saman. Høvið verður sjálvandi at práta við hvønn annan um, hvat rørir seg á HR økinum.