HR í Føroyum vil røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini ynskja vit at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.
Starvssamrøðan - fyrsta fatanin, 1. partur
Flestu okkara eru onkuntíð boðin til eina, flestu okkara gerast spent og síggja nýggjar møguleikar, tá ið vit verða boðin til eina. Eg tosi nevniliga um starvssamrøðuna. Hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár, hevur tú óivað verið til nakrar starvssamrøður og veitst á leið, hvussu tú skalt stýra millum skerini og vísa á varðar á tínum vegi, sum tú hevur laðað og fingið eina yrkisleið burturúr, og sum komandi arbeiðsgevarar kunnu gagnnýta.
HR - ein handilsrikin viðspælari ella ein fyristingarlig funktión
Hvør er okkara fatan, tá ið tosað verður um HR og tað virksemi, ið yrkið veitir?
Eg havi spurt meg fyri millum leiðarar og fólk, ið hava starvsfólkaviðurskifti um hendi og starvast við HR – og svarini, ið eg havi fingið, eru so at siga meinlík!
Ger vart við tínar førleikar
Tað er einki loyndarmál, at vit menniskjur eru ymisk! Okkara ymiskleika er ein styrki, serliga í Føroyum, her fyritøkurnar eru smáar, og tørvurin á ymiskum sosialum og fakligum førleikum er stórur.
Lederens kropsprog kan overbevise, forvirre eller underminere
En leders tale og kropssprog skal hænge sammen for at fremstå troværdig. Desværre er de fleste mennesker dårlige til at kontrollere eget kropssprog og aflæse andres, og det kan skabe forvirring og usikkerhed på arbejdspladsen. Men med øvelse bliver kropssprog et utroligt stærkt værktøj til at trænge igennem og få indflydelse.
Tvey gerandis prei til leiðaran
Eingin gyltur vegur er lagdur til, hvussu ein leiðari í dag tryggjar gott og virkið samstarv í einum toymi/deild. Uppskriftin er ymisk og treytað av umstøðum, menniskjum, kemi millum starvsfólk, uppgávum, førleikum, tíð, máli o.s.fr. Ja, her eru nógvir tættir og nógvar umstøður, ið ein leiðari skal leggja uppfyri, tá ið hann skal finna tað góða stevið saman við starvsfólkunum í toyminum!
Fimm góð prei til innleiðslu
For nye medarbejdere er motivationen høj i starten. Det kan du benytte dig af til hurtigt at få kandidaten ind i virksomheden. Vi har samlet 5 tips til den perfekt onboardingproces, og du får et 6. punkt til inspiration
“Boreout” - at missa áhugan fyri arbeiðinum
”Eftir fimm árum missa vit áhugan fyri okkara arbeiði. Eftir átta árum fara vit til arbeiðis orsakað av okkara frítíðarvirksemi.”
Vit eru ivaleyst nøkur, ið kenna okkum aftur í hesum! Tað er skilamaðurin Kim Staack Nielsen, CEO og Chairman hjá DANSK HR, sum eigur orðini omanfyri.*
Frítíð, vikuskifti, halgidagur…
Mótvegis arbeiðstíð, vakt, turnus o.s.fr. Vit duga væl at orða hugtøkini omanfyri og at skilja ímillum teirra. Vit arbeiða og umsita arbeiði, tá ið vit eru á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini! Men hvussu stýra vit ímillum hugtøkini, tá vit hava frí og ikki longur eru stødd á arbeiðsplássinum? Duga vit tá líka væl at halda frí og umsita tað gerandisliga og fáast við frítíðarvirksemi, tá ið vit eru uttan fyri múrarnar á fyritøkuni?
At koma hvør øðrum við
At hava tað gott saman á arbeiðsplássinum er týdningarmikið. At skapa rúm, har vit koma saman og arbeiða saman, kann gerast á ymsar mátar!
Íblástur frá Sundheds- og Ældreministeriet í Danmark
Her síggja vit eina plakat, sum Sundheds- og Ældreministeriet í Danmark hevur gjørt. Sjálv havi eg hana hangandi á arbeiðsplássinum – hon minnir meg á, hvat eg kann gera fyri mínar starvsfelagar 🙂
Set arbeiðsgleði á breddan og ríka um gerandisdagin
Arbeiðsgleði hevur nógv jalig hjáárin við sær, sum bæði kemur okkum og arbeiðsplássinum til góðar. Tað hevur eisini góðan ávirkan á lívsgleði okkara – kemur tú heim eftir ein góðan dag og ert nøgd, so fært tú óivað eisini eitt gott kvøld.