Set arbeiðsgleði á breddan og ríka um gerandisdagin

dreamstime_xs_65403419-480x240-2.jpg

Arbeiðsgleði er umráðandi, tá vit vilja bøta um dygdina av arbeiði okkara.

Arbeiðsgleði hevur nógv jalig hjáárin við sær, sum bæði kemur okkum og arbeiðsplássinum til góðar. Tað hevur eisini góðan ávirkan á lívsgleði okkara – kemur tú heim eftir ein góðan dag og ert nøgd, so fært tú óivað eisini eitt gott kvøld.

Eg vil hervið nevna nøkur góð hjáárin:

  • Færri sjúkradagar

  • Fyribyrgir strongd

  • Økir framleiðsluevnini

  • Framelur nýggja vitan

  • Eggjar øðrum í arbeiði teirra

  • Sum heild betri arbeiðsumhvørvi

  • Dregur nýggjar umsøkjarar til

Arbeiðsgleði er tíverri ikki altíð sjálvsøgd á arbeiðsplássinum. Her eru tvey prei um, hvussu tú kanst varpa ljós á tína arbeiðsgleði.

  • Pynta planturnar á skrivstovuni við arbeiðsgleði!

  • Fá starvsfelagarnar at skriva á felagstalvuna, hvat ger tey glað í gerandisdegnum.

Ymiskt er, sum kann geva okkum arbeiðsgleði – og nevnast kann:

  • Vit verða viðurkend

  • At virka sjálvstøðugt

  • Meining við starvinum

  • Ávirkan á egið arbeiði

  • Innlit í mál og karmar hjá fyritøkuni

  • Vit fáa ella geva eina hjálpandi hond

  • Fastar uppgávur og mannagongdir

  • Vit fáa íblástur frá øðrum og tey frá okkum

  • Vit verða møtt av øðrum

  • Góðir starvsfelagar og stjóri

  • Spennandi og fjølbroytt arbeiði

  • Javnvág millum arbeiði og frítíð

  • Góð arbeiðsviðurskifti

  • Góð matstovuskipan

  • Góð løn og pensjón

  • Góðar arbeiðstreytir

Hiðan ynskja vit tær stóra arbeiðsgleði.

Les eisini: Arbeiðsgleði – Stjørnustundir á arbeiðsplássinum

Previous
Previous

Tá ið gott samskifti simbrar felagsskapin

Next
Next

Tá ið sjúka rakar