Tá ið sjúka rakar

Hetta er eitt evni, sum vit tíverri ikki sleppa uttanum, og her hugsi eg um ringa sjúku. Øll kenna vit onkran, sum hevur verið álvarsliga sjúkur, ella tú hevur kanska upplivað sjúku á egnum kroppi.

Sum arbeiðspláss og sum starvsfelagi kunnu vit ikki vita ella fyrireika okkum frammanundan, nær ið sjúka rakar ein av kæru starvsfelagum okkara. Vit kunnu heldur ikki vita, hvørjar avleiðingar sjúkan fer at hava fyri tann, hon rakar.

Tá ið sjúka tekur seg upp, kann tað vera trupult hjá arbeiðsgevaranum at seta orð á støðuna, millum annað tí at sjúka er privatmál. Kortini hava vit sum arbeiðspláss og starvsfelagar eitt stórt ynski um – og skyldu til – at sýna tí sjúka fyrilit, umsorgan og stuðul.

Í mínum starvi sum HR-partnari havi eg tíverri møtt fleiri sjúkum og havi sæð, hvussu hetta ávirkar starvsfelagar og arbeiðspláss. Eg verði altíð tung um hjartað, tá eg siti við einum fólki, sum er rakt av álvarsligari sjúku og letur seg upp fyri mær. Eg kenni meg virkislamda, av tí at eg hvørki kann gera til ella frá viðvíkjandi sjúkuni sjálvari. Men vit kunnu veita stuðul og bøta um ringu støðuna hjá tí sjúka. Vit kunnu:

  • Vera nærverandi og samkennandi.

  • Lurta og seta okkum inn í støðuna og tørvirnar hjá tí sjúka.

  • Saman við deildarleiðaranum leggja eina ætlan, har arbeiðsstøðan hjá tí sjúkarakta verður lagað eftir sjúkuni og sjúkugongdini (um viðkomandi partvíst fær arbeitt). Hevur tann sjúki verið heilt burturfrá eitt skifti, at gera eina innslúsingargongd, so tann sjúki kann byrja aftur á góðan og tryggan hátt.

  • Síggja til, at arbeiðspláss og starvsfólk hampiliga og virðiliga verða kunnað um støðuna og/ella fráveruna hjá tí sjúka og í samljóði við hann.

  • Undir sjúkuni er umráðandi at halda samband við tann sjúka. Hetta verður avtalað við tann sjúka. Hevur starvsfelagin einki trygdarnet (familju/vinir), tryggi eg mær altíð, at hann veit, at eg ella vit eru til reiðar at hjálpa.

Sjúka er trupult evni at taka støðu til. Sum arbeiðspláss vilja vit fegin sýna fyrilit og umsorgan, men hvussu gera vit tað best? NOTION hevur fingið Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur, at varpa ljós á hetta trupla evnið.

Takið væl ímóti Erling Fles, og góðan lesnað – Tá ið sjúka rakar – sálarfrøðingur greiður frá.

Previous
Previous

Set arbeiðsgleði á breddan og ríka um gerandisdagin

Next
Next

Tá ið sjúka rakar – Sálafrøðingur greiður frá