Tá ið gott samskifti simbrar felagsskapin
GREIN I Rannvá Lützen
Samskiftið verður raðfest høgt í dag á arbeiðsplássinum og samfelagnum sum heild, har vaksandi tilvitska um greitt samskifti gerst alsamt meira sjónlig. Hetta er eyðsæð ein góð og týdningarmikil helling, tá greitt samskifti skapar tryggleika og nøgdsemi millum fólk, og ein følir seg sum part av einum felagsskapi. Samskiftið verður ofta sæð sum ein sjálvfylgja í gerandisdegnum, og er tað júst tí, at hetta er eitt so áhugavert evni.
Gott og virkið samskifti kann vera gevandi á nógvum økjum á arbeiðsplássinum. Tað skapar dialog, gjøgnumskygni og stimbrar felagsskapin millum leiðslu og starvsfólk, eins og tvørfakligt millum fakbólkarnar, ið eru knýttir at arbeiðsplássinum. Sannlíkt er, at starvsfólk í størri mun taka ímóti avbjóðingum og broytingum á arbeiðsplássinum, um tey hava høvi at taka lut í samráðingunum hesum viðvíkjandi. Um leiðslan tekur starvsfólkini uppá ráð, tá ið avgerðir skulu takast, kann hetta gera sítt til, at partarnir, í samráð við hvør annan, finna eina felags loysn, tí starvsfólk føla seg sum ein partur av felagsskapinum. Tað kann tískil hugleiðast, at samskifti og nøgdsemi á arbeiðsplássinum gongur hond í hond, og kann tað síggjast aftur á arbeiðslagnum.
Hyggur ein so at uttanhýsis samskifti, er samskiftið millum einstaka arbeiðsplássið og umheimin eisini undir stórari broyting, tá markið millum báðar partarnir kámast alsamt meira. Við hetta meinast, at eksternir áhugabólkar í vaksandi mun ynskja innlit og gjøgnumskygni frá arbeiðsplássinum og samskifta sostatt javnan við arbeiðsplássið. Soleiðis gerast starvsfólkini umboðsmenn við einum størri leikluti í samskiftinum úteftir, hvørt tað snýr seg um mannagongdir, góðsku av vøruni ella viðurskiftini á arbeiðsplássinum. Tískil er umráðandi, at dentur verður lagdur á innanhýsis samskifti, soleiðis at arbeiðsplássið verður bundið saman við sterkum virðum og felags sannføringum, har starvsfólkini, eins og leiðslan, føla ein stoltleika yvir eitt jaligt ummæli uttanífrá.
Sum áður nevnt er samskiftið eitt sera áhugavert evni at kanna, og kann tað tulkast og greinast út í æsir, men við at hyggja at gongdini í dag, og raðfestingini av samskifti í gerandisdegnum, kann ein so koma til ta niðurstøðu, at tað er sera týdningarmikið við góðum samskifti, um tað so er arbeiðið ella privat, tá tað skapar tryggleika, nøgdsemi og eina felags fatan – tað skapar ein felagsskap.
Les eisini: Felagsskapur og Felagsskapur – Mariann hugleiðir