Felagsskapur

Felagsskapur-480x240.jpg

Ein góður felagsskapur kann hava ymiskt skap. Hjá summum birtist góður felagsskapur av yrkisligum samstarvi millum starvsfelagar, og hjá øðrum er sosiala sambandið umráðandi. Ein felagsskapur kann bæði vera avbjóðandi og stimbrandi fyri einstaka starvsfólkið og knýta tað tættari til fyritøkuna – og hjá summum er tað hetta, sum fær tey út um hurðina á morgni!

Hví er felagsskapurin umráðandi?

Ein góður og virkin felagsskapur kann vera gevandi á nógvum økjum og til gagns fyri bæði fyritøku og starvsfólk. Tað er her, hugskot mennast, og so stendur til okkara at umseta tey til virði, um tey eru til gagns fyri fyritøkuna. Felagsskapurin er eisini við til at stimbra okkum í at gera gott arbeiði og læra okkum at skilja tey nógvu litbrigdini í lívinum og á matriklinum hjá fyritøkuni. Millum annað hvussu ein uppgáva best verður loyst, ella til dømis at ein trupulleiki hjá summum kann verða fataður sum ein spennandi avbjóðing hjá øðrum. Felagsskapurin er við til at birta framfýsni á arbeiðsplássinum, og tað er eisini her, vit menna okkum bæði fakliga og persónliga.

Mangt er, sum kann fremja góða og virkna felagsskapin. Eg havi valt at leggja dent á fýra partar, sum eg hámeti og royni at liva eftir:

  • Sýn vælvild og gev uppgávum og yrkisførleikanum hjá starvsfelagum tínum ans.

  • Lurta og ver forvitin. Kanska kunnu tit saman finna nýggjar og betri loysnir.

  • Virð yrkisførleikarnar hjá starvsfelagum tínum. Sagt verður, at ein slík virðing verður afturlønt.

  • Hav álit á starvsfelagunum. Hetta hevur stóran týdning, kanska tann allarstørsta.

Eingin alfevnandi loysn finst fyri, hvussu HR-deildir og leiðarar fremja góðan felagsskap og gott samstarv í fyritøkuni. Vanliga loysir HR/leiðslan uppgávuna uppifrá og niður og setur nøkur tiltøk í verk. Ein góður felagsskapur sprettur eisini úr starvsfólkinum sjálvum, og tí er umráðandi at fáa okkum øll at taka støði í okkum sjálvum og geva okkum far um, hvussu vit fáa starvsfelagarnar uppí, og hvussu vit samskifta við teir.

NOTION hevur sett seg í samband við Anni Midjord og hon skrivar soleiðis um felagsskap:

Hvat er ein sunnur felagsskapur fyri teg?
Felagsskapur á einum arbeiðsplássi kann umfata so nógv - felagsskapur er eisini ymiskur frá arbeiðspláss til arbeiðspláss! Sum starvsnæmingur hjá Visit Tórshavn, fyri mítt viðkomandi, er ein sunnur felagsskapur eitt gott toymi. Við at greiða frá nakað av tí, ið vit gera hjá Visit Tórshavn, gerst tað kanska lættari at skilja hví eitt gott toymi er so týdningarmikið fyri meg og í hesum starvinum. Visit Tórshavn samskipar ymisk tiltøk, eitt nú Jól í miðbýnum, Føroya Regatta, Mentanarnáttin og Vetrarljós o.s.fr. Vit leggja tiltøk inn á heimasíðuna kunning.fo og Facebook síðuna, What’s on Tórshavn. Umframt hetta verður ein skrá yvir tiltøk í Tórshavnar Kommunu kunngjørd hvørja viku, bæði á føroyskum og enskum. Ein partur av arbeiðinum er eisini at veita kunning til ferðafólk. Vit fáa nógvar ymiskar spurningar, bæði við diskin, gjøgnum teldupostar og telefonsamrøður. Hetta krevur m.a. at vit mugu hava eina holla vitan, ikki bert um Havnina, men um allar Føroyar. Eisini er ein lítil handil, har dentur verður lagdur á at selja føroyskt listahandverk o.a. sum hevur áhugað hjá ferðafólki, knýttur at virkseminum. Hetta er bert nakað av tí sum Visit Tórshavn arbeiðir við. Mínar høvuðsuppgávur eru at samskipa Jól í miðbýnum og Vetrarljós. Tó fái eg so at siga innlit í mest sum øllum uppgávunum. Ongin dagur er líka, og tað er tað stuttliga við arbeiðinum. Vit eru í løtuni fýra sum sita í Visit Tórshavn og hava, eftir mínum tykki, ein góðan felagsskap. Vit hjálpa hvørjum øðrum og geva hvørjum øðrum íblástur til tær ymisku uppgávur sum skulu fremjast. Vit eta saman og samskifta eisini saman uttanfyri arbeiðstíð. Vit eru eitt gott toymi. Ein skuldi trúð, at tað fór at gerast strævið at koyra ímillum Klaksvíkina og Havnina hvønn dag, men fyri meg er tað tvørtur ímóti. Eg gleði meg hvønn morgun at sleppa til arbeiðis.

Anni-Midjord-640x640.jpg

Anni Midjord er 36 ára gomul og búsitandi í Klaksvík. Hun er gift við Sigurður Ottósson og saman eiga tey børnini Niels Jóhan (15) og Tóra Bjørk (12). Anni er undir útbúgving og lesur til Leisure Management á Professiónsháskúlanum Absalon.  Ì løtuni er hon í starvsvenjing hjá Visit Tórshavn.

Previous
Previous

Felagsskapur - Mariann hugleiðir

Next
Next

Tá ið gott samskifti simbrar felagsskapin