Felagsskapur - Mariann hugleiðir
HUGLEIÐING I Mariann Mikkelsen
Hvat er ein sunnur felagsskapur fyri teg?
Fyri at kunna svara hesum fari eg fyrst at hugleiða um, hvat felagsskapur er.
Eg hugsi, at felagsskapur er, har vit hava okkurt í felag, har vit hava ein felagsnevnara av onkrum slag. Tað, sum rennur mær fyrst í huga, er familjubond, har genetikkur (við undantøkum) og uppvøkstur eru ein felagsnevnari. Hvat viðvíkur vinabondum, kunnu ymiskir felagsnevnarar vera galdandi: uppvaksin saman, felags upplivingar o.s.fr.
Men felagsskapur kann eisini vera ein løta, har vit í felag hava upplivað nakað saman. Tað kundi verið ein konsert, sjónleikur, kirkjugongd, bindiklubbur, fótbóltsdystur o.s.fr.
Mínir tankar leita eisini yvir í felagsskapir sum styrki- og terapibólkar, tað veri seg hjálp til avvarðandi hjá krabbameinsraktum, sálarliga sjúkum o.t., har avvarðandi eru felags um at vera hart rakt og søkja sær hjálp saman við øðrum, sum eru í somu støðu. So finst eisini ein ørgrynna av hjálparfelagsskapum runt um allan heim.
Omanfyri standandi felagsskapir meti eg allar sum sunnar felagsskapir.
Har finnast eisini aðrir felagsskapir, sum eftir mínari meting als ikki eru sunnir. Tað veri seg Al Qaeda ella Ku Klux Klan bara fyri at nevna onkran, har felagssnevnarin í øðrum føri er at útrudda allar ikki-muslimskar tjóðir og ikki-muslimsk menniskju. Í hinum førinum er rasisma felagsnevnari, og felagsskapurin roynir at útrudda øll litt menniskju o.a. Tíbetur er tann seinni ikki so útbreiddur ella virkin í dag. Men felags hava hesir felagsskapir eini ávísa styrki, tí teir standa saman um eina felags hugsjón/idelogi. Um mann fekk pettað tílíkar felagsskapir sundur, stóðu teir ikki líka sterkir.
Felagsskapur - tá vit lyfta í felag
”Saman standa vit sterk” og ”vit lyfta í felag” eru vælkend slagorð, og hvussu kunnu vit brúka hetta í okkara arbeiði? Tey, vit arbeiða saman við, verða kallað starvsfelagar, og tað man vera, tí vit hava eitt starv í felag. Vit hava ikki neyðturviliga nakað annað til felags. Vit kunnu hava ymiskar bakgrundir, bæði persónliga og fakliga, ymisk í aldri og kyni, nýggj sum gomul innan hetta ávísa starv, ymiskar styrkir og veikleikar. Hvussu gagnnýta vit hesar ymiskleikar, soleiðis at vit draga somu línu? Og hvat gera vit fyri trivnaðin, sum eg meti er alfa og omega fyri tann einstaka, fyri starvsfólkahópin og fyri, at vit bæði persónliga og fakliga kunna mennast?
Hvør eri eg, og hvat geri eg, fyri at vit standa saman og lyfta í felag? ”If you want to change the world, start with yourself.”
Her kemur mær eitt ”slide” til hugs, sum táverandi leiðarin, Helena Klein Sundskarð, hevði við til ein fyrilestur, og sum eg havi fingið loyvi at endurgeva her. Hetta var viðvíkjandi uppgávuflyting, men haldi hetta eisini er relevant viðvíkjandi felagsskapi, at lyfta í felag, og hvør eg eri sum starvfelagi, hvat eg geri sum starvsfelagi, og hvar vit eru sum starvsfólkahópur.
Tá vit fáa nýggjar arbeiðsuppgávur, kunnu vit hava ymiskar reaktiónir, m.a. hesar, sum eru bólkaðar í heldur neiligar og jaligar reaktiónir.
Størri arbejðsbyrðu
Meiri at gera
Minni tíð til kvalitet
Fái fleiri uppgávur
Meira strongd
Versus:
Áhugavert arbeiði
Uppkvalifisering
Størri ábyrgd/ávirkan
Nýggj spennandi uppgáva
Standa ikki í stað, mennast
Eg hugsi, at tað er púra natúrligt, at vit reagera ymiskt, men við at gerast tilvitað um hetta kunnu vit brúka hetta sum eitt amboð, soleiðis at vit í størsta mun flyta hugburð, draga somu línu og lyfta í felag.
Eg meti eisini, at tað í tílíkum førum er týdningarmikið, at vit sum starvsfólk fáa kunning, undirvísing og møguliga upplæring, tá vit átaka okkum nýggjar uppgávur.
Eg meini, at vit kunnu ikki koma uttan um tað sosiala, tá vit tosa um sunnan felagsskap. Og tá eg verðu spurd um, hvat ein sunnur felagsskapur er fyri meg, hugsi eg fyrst og fremst, at hvør einstakur starvsfelagi verður sæddur, hoyrdur og virdur. Og at mann tosar við starvsfelagar og ikki um starvsfelagar.
Haraftrat havi eg sjálv góðar royndir av sosialum tiltøkum, eitt nú frá seinasta arbeiðsplássi, har tað bleiv innført, at hvønn fríggjadag eftir loknan arbeiðsdag kundu tey, sum høvdu hug, samlast á einari ávísari kafe/pubb í býnum. Harafturat var fótbóltur fyri starvsfólk á skránni eina ferð um vikuna, og LS skipaði árliga fyri einum gongutúri fyri øll starvsfólk, við grillhugna seinni á kvøldi, og her møttust allir fakbólkar. Hetta eru bara nøkur dømi. Hetta er gott í tann mun, at vit læra hvønn annan at kenna uttan fyri teir kendu karmarnar á arbeiðsplássinum, har vit kanska onkursvegna eru læst fast í rollur ella hava fingið onkra etikett á okkum og ikki koma víðari harfrá, uttan so at vit uppliva hvønn annan á annan hátt enn júst á arbeiðsplássinum. Haldi uttan iva, at hetta kann styrkja felagsskapin millum starvsfelagar.
Hvønn týdning hevur ein góður felagsskapur fyri teg?
Nú fari eg allarhelst at endurtaka meg sjálva, men fyri meg er ein góður felagsskapur alfa og omega. Eg eri sjálv nýliga, ella tvs. Fyri einum ári síðani, komin á eitt arbeiðspláss, har starvsfólkahópurin er lítil, og har tey flestu hava verið har í ”fleiri Harrans ár”.
Tað er ikki sjálvsagt, at mann sum nýggjur verður væl móttikin á einum arbeiðsplássi. Hesi starvsfólk skulu kunnu rúma, at eg sum nýggj havi nógv at læra og seti spurningar, og tað fer at taka tíð, áðrenn eg fakliga kann útinna tað sama sum hini.
At sleppa inn um tað sosiala, har hinar kenna hvørja aðra bæði fakliga og persónliga sum sín egna buksulumma, er heldur ikki sjálvsagt.
Eg havi ikki upplivað omanfyristandandi sum nakran trupulleika, tvørturímóti, og hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at eg stórtrívist í júst hesum starvi saman við júst hesum starvsfelagum.
Eg kenni, at eg gleðist, vaksi og mennist, bæði persónliga og fakliga.
Fari at enda við einum broti, eg havi úr eini bók, sum eg havi liggjandi her hjá mær. Kapittulin handlar um tað psykososiala arbeiðsumhvørvið, og her eru nakrir spurningar, vit kunnu seta okkum sjálvum og/ella diskutera á eitt nú starvsfólkafundum, sum eg hevði mett kundi stimbrað felagsskapin og arbeiðsplássið:
Hvussu og nær hjálpa vit hvør øðrum?
Hvussu verða arbeiðsuppgávurnar rættvíst skiftar sundur?
Nær og hvussu skulu uppgávurnar avgreiðast?
Hvussu tryggja vit fakliga og persónliga menning?
Hvat er ein góður samverutóni?
Hvussu loysa vit møguligar ósemjur?
Les eisini: Felagsskapur og Tá ið gott samskifti stimbrar felagsskapin