At koma hvør øðrum við
At hava tað gott saman á arbeiðsplássinum er týdningarmikið. At skapa rúm, har vit koma saman og arbeiða saman, kann gerast á ymsar mátar!
Á okkara arbeiðsplássi eta vit øll døgurða saman. Tað vil siga, at tá klokkan er 11.45, verður boðið til døgurða. Tað heilt serliga og stuttliga hjá okkum er, at vit hava einki fast pláss, men fáa lutað eitt pláss um døgurðaborðið. Tvs. at ein dag siti eg saman við starvsfelagum av farmaflutningsdeildini og royndarstovuni, og dagin eftir siti eg saman við starvsfelagum av marknaðar- og fíggjardeildini. Umframt at eg komi at kenna øll á mínum arbeiðsplássi, læri eg eisini um teirra arbeiðsøkir, og hvussu tey trívast í gerandisdegnum. Hetta er við til at geva virðing mótvegis hvørjum øðrum og skapar gjøgnumskygni í arbeiði okkara.
Heilt ótilvitað er hetta eisini við til at avmarka ósemjur millum deildir og starvsfelagar, tí ynskið um at varðveita tað góða sambandið er so stórt, at vit ótilvitað fara at arbeiða saman, tá ið trupuleikar og ósemjur stinga seg upp, og vit hava eisini lættari við at verða tænastusinnað hvør mótvegis øðrum.
Hiðani verður ynskt gott samstarv millum deildir og starvsfelagar.