Hugleiðing um góða leiðslu – Aðalbjørg varpar ljós á evnið

HUGLEIÐING I Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Skiparin stendur á brúnni og kumpassin er rættað, maskinmeistarin tryggjar at pumpurnar koyra, dekkarnir standa við rulluna, eru pottaðir viðhvørt, men allir kenna uppgávuna. Línan skal dragast, allir mugu geva sítt íkast annars kann okkurt ganga galið, línan kann slíta og fongurin kann fara fyri skeytið.

At samanbera góða leiðslu við skiparan á brúnni, ið skal føra skútuna trygt í havn, kann á ein hátt tykjast løgið, men skiparin er onki uttan allar sínar menn og kvinnur, ið øll gera sítt til at túrurin skal eydnast og fongurin fáast til lands.

Samanberingin er møguliga ikki heilt burturvið, tí góð leiðsla snýr seg um at útdeligera alt eftir førleikum og geva starvsfólkunum avbjóðingar. Vit, ið arbeiða á námsfrøðiliga økinum, vísa mangan á, hvussu týdningarmikil relatiónin er millum okkum menniskju, fyri at vit kunnu mennast á fullgóðan hátt. 

Bente Lynge, ið er ein viðurkendur danskur ástøðingur, ið hevur granska nógv innan barna- og ungdómsøkið, sigur í bók síni ’Anerkendende pædagogik’, m.a, at ’Relatiónin er lykilin til at skilja læringina, í teimum smáu løtunum’. Hesi orð havi eg havt við mær, síðan eg á fyrsta sinni hoyrdi tey og eri eg sannførd um, at relatiónin eisini er lykilin til eitt gott og sunt arbeiðsumhvørvi. 

Góð leiðsla snýr seg ikki bert um tørvin hjá leiðaranum og hansara sýni, men um at øll fyrisitingin skal virka væl og sum ein heild. Sum námsfrøðingur, eri eg von við at brúka meg sjálva sum amboð í arbeiðinum, eg dagliga geri. Tað er mín ábyrgd, at tey menniskjuni eg eri um, trívast og kenna seg sum luttakarar á jøvnum føti. At eg síggi, hoyri og virði borgararnar, er við til at menna tann inkluderandi felagsskapin, ið vit øll miðja imóti.

Í trá við samfelagsbroytingar, hava vit í dagsins samfelag ment nakrar leiðsluháttir, ið mett vera at virka væl. Vit fáa íblástur frá londum uttanum okkum. Føroyingar, ið flyta heim koma við nýggjari vitan og nýhugsan, ið er gagnlig fyri hetta lítla samfelagið. 

Í dagsins samfelag er seinmodernitetur eitt hugtak, ið gerst alt mera vanligt í kjakinum, tá tosa verður um samfelagsbroytingar. Vit liva í einum hyperkompleksum samfelag, har hjólini mala við fullari ferð. Krøvini eru nógv og kravmikil til einstaka leiðaran. Ársins leiðarar vera valdir og fáa teir viðurkenning frá sínum starvsfólkum og frá samfelagnum. 

Innan leiðslu er eisini týdningarmikið at fylgja við. Um ein ikki megnar at geva og vísa á avbjóðingar, er vansin at starvsfólk leita sær aðrar leiðir. Arbeiði er í dag ein liður í samleikaskapanini hjá tí einstaka. Vit eru væl lisin, hava nomið okkum holla vitan, og er gjógvin millum leiðara og starvsfólk ikki so djúp longur.

At leiða, krevur at ein er týðiligur, hevur skygni og er í dialogi um, hvat tað er, ið gongur fyri seg, hvør ein er og hvørji ynski ein hevur. Annars kann vansin vera at starvsfólk sjálvi gera av, hvør tú ert, hvat gongur fyri seg og hvat tú vil. At vera professionellur, handlar í stóran mun um at vera menniskjaligur. 

Týdningurin at arbeiða viðurkennandi er avgerandi fyri trivnaðin hjá øllum, bæði leiðslu og starvsfólkum. At ein sum leiðari er vitandi um, hvønn tað er hann leiðir og dugir at vísa so í verki.

Starvsfólk, ið dagliga ikki síggja leiðaran, kunnu nýta nógva tíð og orku at ‘gita’ hvat leiðarin hevur í hyggju. Tað er skjótari at tulka og gera niðurstøður, tá ein ikki sæst andlit til andlit og har við skjótari at ivast í egnum avriki. 

Samskifti er avgerandi! Sum leiðari eigi eg at gera alt fyri at koma at kenna starvsfólkini. Virðingin fyri ymiskleikanum og teimum førleikunum starvsfólkini hvør í sinum lagi hava, er avgerandi fyri hvussu góðskan og trivnaðurin á stovninum verður. 

Um tað skal eydnast at skapa eina fyrisiting við vælvirkandi leiðslu og starvsfólkahópi, mugu vit duga at taka støði í tí, ið virkar og arbeiða frameftir. Ofta verður hildið at vit skulu geva øllum somu sømdir fyri at tað skal vera rættvíst, men vit eru noydd at differentera, duga at útdelegera og tora at leiða. Menniskju eru øll ymisk og mennast eftir ymiskum fortreytum, tí mugu vit, um øll skulu fáa somu sømdir, geva øllum ymiskar sømdir.

At vit síggja avbjóðingar fram um forðingar og ymiskleika, sum tilfeingi, ið er við til at styrkja og gera felagskapin meir fjølbroyttan. Tað tekur tíð at byggja nakað nýtt upp frá grundini, men við góðum fakligum førleika, innliti í menniskjaligum resurssum, duga at hyggja inneftir og góðari fyrireiking berst á mál.

Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Námsfrøðingur, sjónleikari og bloggari
Bloggur: Mammasta
Tel: 261 296
Teldupostur: alinklett@gmail.com

Previous
Previous

At koma hvør øðrum við

Next
Next

Ein fegin kapping - vinnarin er funnin