HR - ein handilsrikin viðspælari ella ein fyristingarlig funktión
Hvør er okkara fatan, tá ið tosað verður um HR og tað virksemi, ið yrkið veitir?
Eg havi spurt meg fyri millum leiðarar og fólk, ið hava starvsfólkaviðurskifti um hendi og starvast við HR – og svarini, ið eg havi fingið, eru so at siga meinlík!
Í dag fylla rakstur og fyrisiting ein stóran part av degnum hjá HR-fólki. Hetta er heilt fínt, tí rakstur og fyrisiting fara altíð at vera ein partur av HR-arbeiðinum umframt eitt týðandi øki, ið skal røkjast, tí tað krevst, um fyritøkan skal virka inneftir.
Men um tú tekur um tann langa endan og spyrt, hvønn leiklut HR skal hava, um tað skal skapa virðið úteftir, er svarið ofta tøgn, tí enn eru HR-fólkini fá, ið sleppa at virka fyri ein fyrimun úteftir, ella við øðrum orðum: virka á einum handilsriknum støði, hvørs endamál er at økja um avkastið ella betra um tænastustøðið, ið virksemið veitir viðskiftafólki.
At varða av handilsriknum HR-ætlanum er spennandi arbeiði, og tað er júst her, HR-arbeiðið sjónliga gevur sítt íkast til botnlinjuna og fær ein týðandi leiklut í strategiska arbeiðnum í virkseminum.
Eitt dømi, ið eg kann koma inn á fyri at konkretisera handilsrikið HR, var, tá ið eg starvaðist í Danmark. Eg var so heppin at koma inn í eina fyritøku, ið hevði lagt ætlanir um at økja um virksemi sítt. Stýrið hevði set sær nøkur mál, sum tey vildu røkka eftir 3 árum. Í høvuðsheitum vóru málini at økja um framleiðsluna og menna nýggjar vørur til nýggjan marknað. Her vóru HR-framtøkini mong, og ein fortreyt, um hetta skuldi eydnast, var gott samanspæl millum lyklapersónar í fyritøkuni, umframt at HR hevði góða samvinnu við stýrið.
Ein treyt fyri at virka fyri einum fyrimuni úteftir er, at tú hevur gott innlit í handilsskapin/tænastuna, varandi innanhýsis arbeiðsgongdir/-uppgávur, førleikar, mentan umframt starvsfólkaviðurskifti.
At arbeiða við handilsriknum átøkum, ið fara at fáa stóra ávirkan á gerandisdagin hjá starvsfólki, krevur, at tú megnar at hava fyrilit fyri, hvussu broyting ávirkar starvsfólk, mentan og dynamikkin á arbeiðsplássinum, soleiðis at átøkini fáa tey jaligu úrslitini, sum síggjast aftur á botnlinjuni umframt eitt gott arbeiðspláss, ið hevur lætt við at draga røttu førleikarnar til sín og varðveita teir til frama fyri fyritøkuna.
Eg ynski tykkum góða eydnu, næstu ferð tit fremja broyting við tí endamálið at økja um avkastið ella bøta um tykkara tænastur.
Les eisini greinina hjá Marin Vang & Steinbjørn Hardlei – SKAL HR VIRKA, SKAL TAÐ GERAST VIÐ SKILI
Umframt hjá Notion – SKAL HR Á SKRÁNNA?