Starvssamrøðan - fyrsta fatanin, 1. partur
Flestu okkara eru onkuntíð boðin til eina, flestu okkara gerast spent og síggja nýggjar møguleikar, tá ið vit verða boðin til eina. Eg tosi nevniliga um starvssamrøðuna. Hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár, hevur tú óivað verið til nakrar starvssamrøður og veitst á leið, hvussu tú skalt stýra millum skerini og vísa á varðar á tínum vegi, sum tú hevur laðað og fingið eina yrkisleið burturúr, og sum komandi arbeiðsgevarar kunnu gagnnýta.
Tað er sera ymiskt, hvussu vit bera okkum at í eini samrøðu – summi fara í baklás og hava torført við at finna orð, ið varpa ljós á teirra royndir og eginleikar, meðan summi blomstra, tí tey sleppa at tosa um tað, ið tey elska at fáast við.
Eg havi verið við til nógvar starvssamrøður arbeiðsgevaramegin í Danmark, og tað var ofta torført at sálda umsøkjarar frá, tí teir vóru upp í 150 í tali – ja, hetta var ein luksustrupulleiki. Vit løgdu okkum ofta eftir at fáa ein so fjølbroyttan hóp av umsøkjarum til samrøðu, bæði í aldri, kynum og bakgrund. At fáa ein fjølbroyttan hóp av umsøkjarum gjørdi tað mangan neyðugt hjá leiðaranum, ið skuldi seta nýtt fólk, at hugsa seg væl um, og í summum førum fekk tað leiðaran at rakna við og umhugsa tørvin, verandi starvsfólkahópin, gongdina í arbeiðinum og mentanina á arbeiðsplássinum. Tað skal sigast, at vit ikki vóru løgd undir nakra fyrisitingarlóg, sum almenn arbeiðspláss í Føroyum eru!
Fyrireika teg
Ert tú ein teirra, ið stúrir fyri starvssamrøðuni, eru nógv góð ráð at heinta. Sum tað allarfyrsta skalt tú minnast til, at førleikarnir, royndirnar og eygleiðingarnar, ið tú hevur havt á arbeiðsmarknaðinum, eru tíni. Og eru royndirnar og eygleiðingarnar viðkomandi, kanst tú nýta tær til tín fyrimun.
Ger tær ómak at siga frá teimum royndum og eygleiðingum, ið tú hevur havt á tínum arbeiðsøki. Gert tú tað, kemur uttan at hugsa um tað inn á tínar førleikar og vísir á, hvussu teir kunnu verða brúktir.
Sameina tínar royndir og eygleiðingar við tørvin hjá nýggju fyritøkuni, samstundis sum tú umhugsar ymiskar støður og avbjóðingar, ið liggja í arbeiðinum á tínum fakøki, og hvussu tær kunnu loysast.
Áðrenn tú setur teg yvir av einum møguligum arbeiðsgevara, hevur tað alstóran týdning, at tú fyrireikar teg væl til samrøðuna. Tað er ofta soleiðis, at vit gloyma tær royndir, ið vit hava ognað okkum, og tey átøk, ið vit hava set í verk – kanska tí royndirnar/átøkini eru vorðin inngrógvin í okkum og partur av okkara samleika! Klassikarin er, at vit taka góða gamla CV’ið fram, dagføra yvirskriftina og senda tað avstað! Og í Danmark havi eg lisið nógvar umsóknir, har móttakarin – vit, arbeiðsgevarin – stóð at vera ein heilt annar! Tað sendir eitt keðiligt signal, tí umsøkjarin ikki hevur gjørt sær ómak.
Kemur tú av óvart at senda skeiva umsókn, so skunda tær at senda eina dagførda umsókn og biðja tey strika ta fyrru umsóknina – áðrenn freistin er úti.
Kom í venjing
Hevur tú tikið støðu til at søkja nýtt starv, skulu nakrir vøddar gerast virknir hjá tær! Tú hevur kanska í mong ár avrikað uttan at hava sett orð á tað, ið tú dagliga arbeiðir við, umframt hvussu tínir førleikar og dygdir hava ment seg. Í hesum føri er tað góð venjing at fáa greiði á øllum tínum uppgávum o.ø. og seta orð á tey – tað er upplagt, at tú venur teg saman við einum, sum kann geva tær afturboðan (feedback).
Ung, ið ikki hava nomið sær royndir, kunnu brúka sína ritgerð og verkætlan frá skúlatíðini. Tað heilt serliga hjá teimum er, at tey kunnu knýta sína ritgerð til eitt ástøði – og tað er áhugavert og øðrvísi og nakað, arbeiðsgevarar ofta kunnu læra av 🙂 Harumframt kanst tú lættliga vísa á tilgongdina, sum tú hevur verið ígjøgnum, og tær hugleiðingar, ið tú hevur gjørt tær í sambandi við kanningarbeiðið.
Um tú vilt hava, at arbeiðsgevarin skal taka teg í álvara, skalt tú sum tað allarfyrsta taka teg sjálvan og tínar dygdir í álvara og síggja tær sum týdningarmikið tilfeingið.
Eg ynski tær bestu eydnu næstu ferð, tú søkir tær nýtt starv.