Tá ið ein hurð verður latin aftur
Her hugsi eg í sambandi við uppsøgn á arbeiðsplássinum.
Uppsøgn av starvsfólki er aloftast seinasti útvegur hjá leiðarum. Tá ið ikki slepst undan eini uppsøgn, eigur hetta at verða gjørt væl umhugsað, professionelt og virðiliga mótvegis starvsfólkinum. Ein hampilig uppsagnartilgongd kann tryggja, at starvsfólkið skjótari fær fótað sær, og at viðurskiftini í fyritøkuni verða verandi óskalað!
Men – og eitt stórt men er – sama hvussu nógva orku og tíð leiðarar leggja í uppgávuna at tryggja virðiliga frágongd, verður ein uppsøgn ongantíð nøkur góð uppliving fyri tann uppsagda. Mangan kemur ein uppsøgn púra óvæntað, og hetta er við til at gera komandi tíðina uppaftur truplari at koma ígjøgnum.
Hjá tí, ið hevur HR sum starvsøki, eru uppsagnir ein av mongu uppgávunum og umstøðunum at taka sær av. Innanhýsis skal HR tryggja, at leiðarar eru útgjørdir til eina uppsagnarsamrøðu og handfara mongu spurningarnar, teir kunnu fáa frá starvsfólki. Í flestu førum er neyðugt at geva leiðaranum nøkur amboð, so hann megnar tað, ið ein uppsøgn hevur við sær, m.a. tí at eisini teir kunnu verða kensluliga raktir og missa hugsavningina, sum kann elva til ógreiðslu viðvíkjandi støðuni og tí, sum síðan skal henda fyri tað uppsagda starvsfólkið. Harumframt skal leiðarin og/ella HR tryggja, at hini starvsfólkini í fyritøkuni verða upplýst um støðuna (hvønn týdning hevur tað fyri starvsfólkini, sum sita eftur), so sleppast kann undan ótryggleika.
Men hvussu ber leiðarin seg at viðvíkjandi starvsfólkum, sum brádliga standa uttan fyri fyritøkuna og ikki longur eru partur av framtíðini har? Ja, tað er sera ymiskt, og ítøkiligu umstøðurnar gera av, hvat skal henda! Flestu starvsfólk hava brúk fyri at sleppa burtur haðani – at sleppa heim til hjúnafelagan ella foreldrini at summa seg í nakrar dagar – onnur verða verandi í leiklutinum, heilt til starvsetanin gongur út. Harumframt eru eisini umstøður, sum gera, at fyritøkur mugu loysa starvsfólkini úr starvi beinanvegin, altso fyritøkan frásigur sær endaliga arbeiðskraftina hjá starvsfólkinum. Í eini uppsagnartilgongd kann vera tørvur á millummanni ella semingsfólki, sum kann tryggja góða tilgongd, og her sæst ofta, at eitt álitisfólk ella HR-starvsfólk verður boðið fram!
Tá ið ein onnur hurð skal latast upp
Vit vita, at starvsfólk, sum brádliga standa uttan fyri fyritøkuna, fáa eina strævna tíð. Tí er umráðandi, at tey seta seg í samband við fólk uttanfyri, sum kunnu hjálpa teimum væl víðari. Á hesum økinum er ALS góður viðspælari. Eisini kann vera hent hjá fyritøkum at byggja brúgv millum seg og ALS, áðrenn fólk verða søgd upp, tí har er nógv hjálp at fáa!
Takið væl ímóti Biritu Hansen, sum starvast m.a. við starvsfólkaviðurskiftum á Arbeiðsloysisskipanini og góðan lesnað – Tá ið ein onnur hurð skal latast upp