Tá ið ein onnur hurð skal latast upp – ALS greiður frá
GREIN I Birita Hansen
Tað snýr seg um at fáa fólk fyrr aftur í arbeiði
Tað kemur nærum ikki fyri, tá vit hitta fólk, sum eru vorðin uppsøgd, at tey siga, at tað var ein góð uppsøgn. Royndirnar hjá okkum eru, at óansæð hvussu uppsagnartilgongdin hevur verið, og hvussu væl arbeiðsgevarin hevur gjørt sítt arbeiði, so verður uppsøgnin altíð neiliga fatað av tí, sum verður uppsagdur.
Tí tað at blíva uppsagdur er at blíva valdur frá, at verða vrakaður. Fólk seta sær m.a. spurningin: “Hví bleiv júst eg uppsøgd, og ikki hon?” – tað siga starvsfólk hjá okkum á ALS, sum dagliga samskifta við okkara viðskiftafólk.
Og tað at blíva uppsagdur hevur stóra ávirkan á fólk. Gransking og royndirnar vísa, at jú longur tú ert arbeiðsleysur, verri er at koma aftur í arbeiði. Tí arbeiðið er ein so stórur partur av okkara samleika. Ein tann fyrsti spurningurin, fólk spyrja, tá tey hitta hvønnannan, er: “Hvat gert tú?” Og tað er trupult at svara uppá, tá tú ert arbeiðsleysur. Vit síggja, hvat hendir, tá fólk eru arbeiðsleys, tey verða meiri innisæl, halda seg burtur frá sosialum tiltøkum, missa sjálvsálitið v.m. Okkara høvuðsfokus er tí at fáa tey skjótt aftur í arbeiði.
Eitt breitt úrval av tilboðum
Til tað endamálið hava vit eitt breitt úrval av tilboðum m.a.:
Starvsprát, eitt útgreinandi prát um útbúgving, førleikar og starvsmøguleikar
“Íverkset títt arbeiðslív”, trý daga skeið við fokus á tann einstaka
Skeið í at skriva CV og umsókn, umframt venjing av setanarsamrøðu
Ymisk sløg av einstaklinga samrøðum, t.d. persónsprofilar, gjøgnumgongd av umsókn og fyrireiking til setanarsamrøðu til ítøkiligt starv
Fýra vikurs virksemi á Fjølsmiðjuni hjá ALS – á køksbreyt, timburbreyt ella kreativari breyt
Vit hava eisini tveir virkisráðgevarar í starvi, sum hava tætt samstarv við arbeiðsgevararnar. Teir eru dagliga úti og vitja arbeiðsgevarar og hava soleiðis “fingurin á pulsinum” og kenna tørvin hjá arbeiðsgevarunum, hetta gevur úrslit og størv til okkara viðskiftafólk.
Endamálið við øllum tilboðunum hjá okkum er at stuðla undir, at fólk koma skjótast gjørligt aftur í arbeiði.
Tilboð til arbeiðsgevarar
Á ALS hava vit ikki nakað skipað tilboð til arbeiðsgevarar, tá teir siga fólk upp. Men tað kemur javnan fyri, serliga tá talan er um hópuppsagnir, at arbeiðsgevarar heita á okkum um at vera til staðar á arbeiðsplássinum, tá kunnað verður um uppsagnirnar. Og tað gera vit fegin.
Vit greiða tá starvsfólkunum frá týdninginum av at melda seg inn í okkara skipan rættstundis, greiða frá rættindum og skyldum, og vit hjálpa teimum at útfylla umsóknarbløð, so tey skjótast gjørligt kunnu koma í okkara skipan. Hetta er týdningarmikil kunning, tí starvsfólkini hava kanska ikki sjálvi orku til at hugsa um at seta seg í samband við okkum, tá tey júst eru blivin uppsøgd.
Sum nevnt gera vit hetta mest, tá talan er um hópuppsagnir, men arbeiðsgevarar eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við okkum, tá teir skulu siga starvsfólk upp, vit eru altíð fús at veita eina hjálpandi hond. Royndirnar vísa, at tað, um nakað, er truplari hjá tí einstaka, sum verður sagdur úr starvi, enn tá talan er um hópuppsagnir, har fólk ikki kenna seg so einsamallan í støðuni.
Arbeiðsloysið er lágt í løtuni, góð 2%, og tølini hjá okkum vísa, at talið av teimum, sum koma í okkara skipan, tí tey eru uppsøgd, er lutfalsliga lægri, nú tá arbeiðsloysið er so lágt. Lutfalsliga fleiri fólk siga upp sjálvi ella hava havt eitt tíðaravmarkað starv, áðrenn tey koma í okkara skipan.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum
Um tú ynskir samband við okkum á ALS, kanst ringja til tel. 349 550 ella senda okkum ein teldupost á als@als.fo.
Finn leys størv í Føroyum
À heimasíðu okkara www.starv.fo finnur tú flestu leysu størvini í Føroyum, síðan verður dagførd dagliga við nýggjum starvslýsingum.
Les eisini: Tá ið ein hurð verður latin aftur
Birita Hansen
HR-mennari og leggur síðstu hondina á Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi
Tel. 34 95 50
Teldupostur: birita@als.fo