Virkismentan
Hetta er eitt stórt evni at fara í holt við. Her er ikki nóg mikið við einari klummu, so eg havi valt at skriva nakrar stubbar úr hvør sínum sjónarhorni, men allar viðvíkjandi mentan.
Eg leggi fyri við spurninginum: Hvat er mentan? Neyvan er tað nakað, tú dagliga hugsar so nógv um. Men sama um tú vilt tað ella ikki, ert tú bæði partur av einari mentan og gevur títt íkast til mentanina á onkran hátt. Hetta var ikki svar á spurningin, men vísir, at mentan er allastaðni, og at vit tilvitað eins væl og ótilvitað ávirka mentanina – og øvugt, at mentanin ávirkar okkum.
Ándin í fyritøkuni - ein partur av mentanini
Tá eg byrjaði í einum arbeiði, brúkti eg nógva orku til at royna at finna andan í fyritøkuni. Tað gjørdi eg, tí eg vildi ikki koma skeivt inn á tey, hvørki fólk, uppgávur ella vanligu tilgongdina á arbeiðsplássinum. Eitt, eg skjótt varnaðist, var orðingina: ”Soleiðis plaga vit ikki at gera her.” BUMM, eg rakti ein múr. Mítt svar kom skjótt: ”Men kunnu vit ikki umhugsa hesa tilgongdina, tí hon kann gera, at …” Aftur og aftur varð eg møtt við orðingini omanfyri, og mítt aftursvar varð verandi tað sama. So við og við fekk eg ment ein nýggjan hugburð.
Endamálið var at effektivisera nakrar arbeiðsgongdir tvørtur um starvsdeildir og tryggja, at uppgávur vórðu lagdar har, sum tær áttu at vera: hjá tí, ið av røttum átti avgerð og ábyrgd. Nakað eftir hvarv orðingin omanfyri, og fólk fóru sjálv at hugsa, um ein uppgáva skuldi verða øðrvísi handfarin, og hvør átti at verið tikin við, so sum mest fekst burturúr. Tað, eg vil vísa við hesum, er, at ”soleiðis plaga vit ikki at gera her” var partur av mentanini – tað var ótilvitað, uttan at tey høvdu nakað ilt í huga – soleiðis var tað bara.
Mentanarligt tilvit
Er arbeiðspláss tykkara mentanarliga tilvitað? Ert tú leiðari ella eigari í eini fyritøku, svarar tú helst ja og vísir kanska enntá til virðini* í fyritøkuni. Tað er eisini fínt at grunda á virði, men man tað nú vera á tann hátt, starvsfólkini fata og mest av øllum merkja fyritøkuna?
Mentanin (og virðini) er við í at styðja tilgongdina í fyritøkuni viðvíkjandi arbeiði, starvsfelagum, viðskiftafólki o.ø. Um mentanin skal tæna einum ávísum endamáli, skal hon hava neyðuga ávirkan á atferðina hjá starvsfólkunum, motivatión, tankar og kenslur, og mentanin og virðini skulu harumframt vera í samljóði við strategi og mál hjá virkinum. Mentan og virði skulu við øðrum orðum vera kveikil og leiðbeinari fyri starvsfólkini. Kanska kunnu vit enntá siga, at mentanin og virðini eru longdi armurin hjá leiðsluni!
Eitt dømi um mentanartilvitan er, tá ein fyritøka setur greiðar karmar fyri starvsfólkið – til dømis í sambandi við heilsu. Ein greiður politikkur viðvíkjandi heilsu kann fevna um heilsugóðan, burðardyggan mat, og so køku og søtmeti bara eina ferð um mánaðin! Tað kann eisini vera, at fyritøkan bjóðar skeið í roykiavvenjing (sjálvsagt við sjálvbodnari luttøku) ella ein fysioterapeut eina ferð um mánaðin sum lið í yvirskipaðu virkistiltøkunum viðvíkandi fyribyrging, herundir viðgerð og leiðbeining í sambandi við likamligar (arbeiðs)skaðar. Málið kann vera at sleppa undan álvarsligari sjúku, sum eitt nú royking kann elva til, og til dømis ”músaskaðum” og ”pipettuskaða”, sum vánaligar arbeiðsstøður kunnu elva til. Endamálið er at avmarka sjúkrameldingar, sum er til gagns fyri bæði starvsfólk og virki.
Ella kanska vil leiðslan hava ein ávísan samverutóna í fyritøkuni. Til dømis ein góðan og stuttligan tóna, sum fremur samvirkan millum starvsfólkið. Málið kann vera at luta vitan sínámillum og fremja felagsskapin millum starvsfólkini og við tí minka vandan fyri, at fólk søkja aðrastaðni, og á tann hátt verður vitanin hildin í fyritøkuni.
Val og frával
Fæst ein fyritøka tilvitað við mentanarliga tilvitan, má hon velja sumt og vraka annað. Her er umráðandi, at samband er millum miðal og mál. Eg havi valt at grunda á hetta evnið næstu vikurnar. Endamálið er at geva einstaka lesaranum – starvsfólki eins væl og leiðara – nakað at undrast á.
Komandi evni
Employer Branding sum amboð
*Dømir: Virðing fyri arbeiði, starvsfelagum og viðskiftafólki. Rúmsátt, at arbeiðsplássið rúmar ymiskleika.