HR í Føroyum vil røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini ynskja vit at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og  almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.

Aðalfundur 14. februar 2020
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Aðalfundur 14. februar 2020

Góðu tit,

Sum áður lýst verður árligi aðalfundurin hjá felagnum

14. februar kl. 14.00. Fundurin verður á parnassinum á Hotel Hafnia. Tey hava verið so beinasom at stuðla okkum hesa ferð.

Read More
Nýstovnað HR áhugafelag
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Nýstovnað HR áhugafelag

Hósdagin 21. februar var stovnandi aðalfundur í sambandi við, at áhugafelagið HR í Føroyum varð sett á stovn.

Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan ella við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni innan HR-økið.

Read More
Kunning frá HR í Føroyum
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Kunning frá HR í Føroyum

Hósdagin 21. februar skipar HR í Føroyum fyri fundi har viðtøkur og val av nevnd er á skrá umframt tvær áhugaverdar framløgur.

Vit fara at bjóða kaffi/te og okkurt gott til góman. Eisini er høvi at netverka og seta spurningar.

Read More
Kunning - HR í Føroyum
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Kunning - HR í Føroyum

Tann 13. november hittust vit í Vinnuhúsinum. Hetta var ein spennandi og innihaldsrík løta. Á fundinum fingu vit staðfest, at tørvur er á einum HR-áhugafelagi í Føroyum. Einum áhugafelagi við m.a. tí endamáli at kjølfesta HR í føroysku vinnuni og almenna rúminum, samstundis sum vit styrkja og menna okkara førleikar í HR, fyrisiting og leiðslu.

Read More
Eyka kunning um HR í Føroyum
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Eyka kunning um HR í Føroyum

Vit seta sjóneykuna á HR í Føroyum, samstundis sum vit vilja byggja upp ein pall, sum kann gera okkum tilvitað um HR í føroyska vinnulívinum, hvønn leiklut HR hevur, m.a. tá strategiska arbeiðið skal raðfestast, og hvønn leiklut og ábyrgd HR hevur í gerandisdegnum millum starvsfólk og deildir.

Read More
Áhugafelag HR í Føroyum
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Áhugafelag HR í Føroyum

Hervið verður bjóðað til fund um stovnan av einum fakligum áhugafelagi fyri HR-yrkisfólk. Felagið er ætlað teimum, sum arbeiða við HR og strategiskari menning av leiðslu og fyriskipan. Endamálið við áhugafelagnum er m.a. at viðgera nútímans viðurskiftir á HR-, leiðslu- og fyriskipanarøkinum.

Read More
#Arbeiðsgleði #Títtarbeiðspláss – Ein fegin kapping
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

#Arbeiðsgleði #Títtarbeiðspláss – Ein fegin kapping

Vit sóknast eftir arbeiðsgleðini! Hvar finna vit hana, og hvussu tekur hon seg út?

At eiga ein góðan gerandisdag hevur nógv at siga fyri okkum. Eftir ein dag, har alt bara riggaði og “klappaði”, siga vit óivað, at vit hava havt ein góðan dag, og nøgdsemið er stórt, tá vit leggja høvdið niður á koddan tað kvøldið.

Read More
Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós

Tað byrjaði alt við morgunkaffið. Eg var júst farin í barnsburðarfarloyvi og skuldi finna meg til rættis í nýggja leiklutinum uttan fyri arbeiðsmarknaðin – og tað var við blandaðum kenslum. Eg hevði sovorðnan hug at ringja til arbeiðsplássið og biðja avloysaran um at senda mær nakrar uppgávur. Men tað kundi eg ikki. Hon hevði jú yvirtikið arbeiði mítt, og tað mátti eg sjálvsagt virða.

Read More