Nýstovnað HR áhugafelag

Hósdagin 21. februar var stovnandi aðalfundur í sambandi við, at áhugafelagið HR í Føroyum varð sett á stovn.

Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan ella við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni innan HR-økið.

Stigtakarar til felagið eru Alexandra á Dul, Anna Maria Ellingsgaard, Heidi Davidsen, Heri Kjærbo og Marjun Eystberg (væntar á myndini). Tað verða eisini hesi fimm, sum mynda fyrstu nevndina í felagnum. Nevndin hevur skipað seg við Alexandru á Dul sum forkvinnu, Onnu Mariu Ellingsgaard sum skrivara og Heidi Davidsen sum kassameistara.

Á stovnandi aðalfundinum, har eini 28 fólk vóru møtt, høvdu eisini Siri Tórgarð, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu, og Heri Kjærbo, HR-leiðari á ArtiCon, hvør sín fyrilestur um fjølbroytni og margfeldi á arbeiðsplássinum.

Komandi tiltak fyri limir / gerst limur

Næsta limatiltakið hjá felagnum verður kunnað út sum skjótast.

Til ber at melda seg inn í felagið við at senda ein teldupost til skrivarin Onnu Mariu Ellingsgaard á a_ellingsgaard@yahoo.com. Ein og hvør, ið starvast innan ella við HR ella starvast við organisatións- og starvsfólkaviðurskiftum, kann gerast limur.

Limagjaldið er 500 kr. fyri árið 2019. Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið HR í Føroyum skipar fyri.

Eisini ber altíð til at venda sær til onkran av nevndarlimunum um samband ynskist við felagið.

Áhugafelagið HR í Føroyum

Previous
Previous

Fyrsti leiðarastólurin

Next
Next

Fjølbroytni á arbeiðsplássinum - serfrøðingur greiður frá