HR í Føroyum yvirtekur heimasíðuna Notion
Áhugafelagið HR í Føroyum yvirtekur heimasíðuna Notion, sum Alexandra á Dul hevur rikið. Um heimasíðuna sigur Alexandra, at tað hevur verið læruríkt at umsitið eina heimasíðu.
Gjøgnum heimasíðuna hevur hon fingið eitt netverk í HR-heiminum í Føroyum, og persónliga hevur hon fingið nógv góð samstørv í lag.
– Samstundis hevur hetta verið ein spennandi uppgáva! At sleppa at varpa ljós á HR og ymisk starvsfólkaviðurskifti umframt at seta sjóneykuna á tað týdningarmesta tilfeingið, sum arbeiðspláss eiga, nevniliga starvsfólk, hevur verið gevandi, serliga tí afturboðanir frá lesaranum hava verið jaligar.
– Eitt annað heilt serligt hevur verið tann stuðulin, ið heimasíðan hevur fingið frá dugnaligum fólki í Føroyum.
– Ein serlig tøkk til øll, ið hava stuðlað við áhugaverdum greinum, og sum hava givið sær stundir til at vitja heimasíðuna.
Framtíðarinnar HR-pallur
Framtíðarinnar HR-pallur í Føroyum verður nú ogn hjá HR í Føroyum, men øll eru vælkomin at vitja pallin og lesa um áhugafelagið o.a.
Komandi tíðina fer áhugafelagið at gera ymiskar tillagingar á heimasíðuni. Eitt nú verður KJAKGLUGGIN bara fyri limir. Hetta merkir, at kjakinnsløg higartil og limir verða strikað.
Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni á HR-økinum.