Amboðskassin - samrøða eftir starvsetan
Eg fái ofta at vita, at HR er okkurt sovorðið óítøkiligt! Og ja, tað er væl skiljandi, tí HR er eitt stórt og vítt hugtak, sum tú kanst arbeiða við á ymsan hátt. Ofta arbeiða vit eisini á HR-økinum uttan at geva tí ans, og í summum førum taka vit onkrar ótilvitaðar avgerðir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum, sum kunnu hava minni góð úrslit við sær.
Av hesi orsøk havi eg valt at gera ein amboðskassa við HR-amboðum og serstøkum mannagongdum, sum gevur íblástur og vónandi eisini lættir um arbeiðsdagin hjá tí, ið hevur starvsfólk undir sær, men sum vantar kunnleika viðvíkjandi HR.
Stutt sagt skal okkara tilgongd til starvsfólkaøkið vera tilvitað – tvs. at vit taka nøkur tilvitað val, ið tryggja góðar mannagongdir, sum koma bæði fyritøku og starvsfólki til góðar.
Hetta – við at fáa útflýggjað eitt amboð – merkir ikki, at tú sleppur undan at hugsa ein sjálvstøðugan tanka! Nei, als ikki. Her skal eg undirstrika, at tú altíð skalt taka HR-amboðið við fyrivarni og seta spurning við, hvussu tað skal nýtast, so tað gevur meining og virði fyri teg og títt/tykkara arbeiði.
Fyrsta amboðið, eg fari at leggja í amboðskassan, er ein leistur, sum kann brúkast til eina starvsfólkasamrøðu (í Danmark kalla vit samrøðuna fyri ”tre måneders opfølgningssamtale”). Leisturin er orðaður breitt, men vónandi gevur hann tær íblástur til, hvussu tú sjálvur kanst orða spurningar til eina starvsfólkasamrøðu. Leisturin vísir eisini stutt á, hvussu tú skalt bera teg at við eina starvsfólkasamrøðu.
Tú skalt altíð hava í huga, at eitt amboð skal bara brúkast, um tað hjálpir tykkum á mál ella nærri málinum!
Kundi tú hugsað tær tilfar til HR?
Send eitt teldubræv til hr@notion.fo. Viðmerkjast skal “amboðskassin” og gjarna títt navn í teldubrævinum. Tað er gott hjá mær at vita, hvønn eg sendi til. Eg viðgeri øll teldubrøvini í trúnaði. Eg sendi út gerandisdagar eftir kl. 20.00.
Vinarliga takið væl ímóti Amboðskassanum.
Eg geri vart við, at amboðskassin er til tín, sum hevur starvsfólk undir tær. Hevur tú ein HR-sparringspartnara, sum tú kanst heita á á arbeiðsplássinum, skalt tú sjálvandi heldur venda tær til hennara.