Amboðskassin - Meting av arbeiðsplássi (MAA)

MAA-kanning-480x240.jpg

Í dag vil eg fegin siga tykkum frá einum leisti viðvíkjandi MAA (dk; arbejdspladsvurdering, APV). Hetta er ein leistur, ið danskar fyritøkur í dag brúka – ja, í roynd og veru er tað soleiðis, at allar vanligar fyritøkur, stovnar o.s.fr. hava skyldu til at gera eina skrivliga MAA í Danmark. Harumframt skal eitt arbeiðspláss í Danmark endurmeta sína MAA 3. hvørt ár.

Hvat er so MAA?

Wikipedia sigur soleiðis um MAA: “APV er en proces, hvor man systematisk vurderer arbejdstageres vilkår på en lang række punkter, herunder tilfredshed, arbejdsvilkår, arbejdsmiljø, sundheds- og sikkerhedsrisici.”  Við øðrum orðum er hetta m.a. eitt amboð, sum hevur til uppgávu at lýsa trivnaðin, trygdina o.s.fr. á arbeiðsplássinum.

Sum sagt, er tað sera vanligt at gera regluligar MAA-kanningar í Danmark. Eg sjálv havi royndir við MAA og haldi, at tað er eitt hent amboð, tí tað varpar ljós á styrkiøki og á hvørjum økjum, neyðugt er at gera ábøtur á arbeiðsplássinum.

Yvirskipað MAA-mannagongdin í fimm stigum:

  • Skráseting av arbeiðsumhvørvistrupulleikunum 

  • Lýsing og meting av arbeiðsumhvørvistrupulleikunum 

  • At taka hædd fyri sjúkrafráveru

  • Raðfesting og virkisætlan 

  • Uppfylging av virkisætlan 

Tú kanst lesa nærri um MAA á heimasíðuni hjá danska arbeiðseftirlitinum

Hví MAA?

Arbeiðspláss, sum miðvíst arbeiða við trivnaðinum og trygdini hjá sínum starvsfólki, hava nógv at vinna. Vit vita jú, at starvsfólk, ið trívast eru minni sjúk, fáa meiri á skaftið, hava arbeiðsgleði, vera verandi í arbeiðinum og eru fyri færri vanlukkum á arbeiðsplássinum.

Eitt føroyskt MAA-spurnablað

Notion hevur gjørt eitt føroyskt MAA-spurnablað til starvsfólkini  – nú er tað upp til tykkum, um tit vilja nýta tað og á tann hátt fáa yvirlit yvir øki, sum krevja ábøtur. Tó skal eg minni tykkum á, at tit altíð skulu taka amboðið við fyrivarni og seta spurning við, hvussu tað skal nýtast, so tað gevur meining og hevur virði fyri tykkara arbeiðspláss. Tit skulu kanska eisini geva tykkum stundir at orða spurningar, sum eru viðkomandi fyri tykkara arbeiðsøki.

Í høvuðsheitum er MAA-blaðið hjá Notion býtt upp í fimm øki: hølisviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, evnafrøðilig og lívfrøðilig viðurskifti, vanlukkur, sálarlig viðurskifti og so eitt eyka (blandaðir spurningar), sum eg meti hava týdning fyri gerandisdagin hjá starvsfólki á arbeiðsplássinum (tað havi eg valt at kalla fyri 6. annað). 

Tú kanst eisini finna íblástur viðv. MAA-kanningar og mannagongdir hjá danska arbeiðseftirlitinum. Tey leggja upp til, at til ber bert at svara ja ella nei til spurningarnar. Mínar royndir vísa, at tað er neyðugt at flokka svarini fyri at fáa eina meiri nágreiniliga mynd av støðuni. Hetta ger tað eisini lættari, tá trygdarumboðið hjá arbeiðsplássinum skal meta um, hvørji øki krevja mest ábøtur o.s.fr.

Kundi tú hugsað tær MAA-spurnablaðið hjá Notion?

Send eitt teldubræv til hr@notion.fo. Viðmerkjast skal “MAA” og gjarna títt navn í teldubrævinum. Tað er gott hjá mær at vita, hvønn eg sendi til. Eg viðgeri teldubrøvini í trúnaði. Eg sendi út gerandisdagar eftir kl. 20.00.

Starvsfólk kunnu gott viðmæla sínum arbeiðsplássi til at gera líknandi  trivnaðar- og trygdarkanningar. Men tað skal sigast, at føroysk arbeiðspláss hava ikki skyldu til at gera tílíkar kanningar, sum verða álagdar donskum arbeiðsplássum.

NB! Er fyritøkan stór, kann hetta vera ein sera krevjandi uppgáva. Í teimum førum kann eg viðmæla tykkum at savna dáturnar gjøgnum eina elektroniska skipan, har starvsfólkini fáa útflýggjað MAA-spurnablaðið  elektroniskt.

Les eisini: Amboðskassin – samrøða eftir starvsetan

Previous
Previous

Summarfrí …

Next
Next

Amboðskassin - samrøða eftir starvsetan