Er motivatiónsknøtturin tendraður ella sløktur?

Motivatión-480x240.jpg

”Eg vakni av einum buldri og hoyri, at tað sídsta spælið er farið í gongd. Hetta spælið er eisini tað, ið er tættast við gluggan. Eg gerist spentur og vóni at hoyra knakið, sum sigur mær, at trolið er fult. Yes, har var tað! Eg leypi upp, latið meg í búnan og fari oman á dekkið til hinar…” 

“Eg eri júst komin heim aftan á ein langan arbeiðsdag. Vit hava havt fund um eina skipan, ið deildin hjá mær skal seta í verk í fyritøkuni. Hetta er ein fundur, sum eg vanliga ikki tími at vera við til, men í dag var øðrvísi. Eg var biðin um at standa fyri samskiftinum millum okkum og bókhaldið og tryggja, at dáturnar koma rætt inn í skipanina. Yes, endiliga ein nýggj uppgáva til mín, og nú sleppi eg eisini at práta við mínar starvsfelagar hinumegin veggin…”

Motivatión sum grundarsteinur í fyritøkuni

Motivatión er ein umráðandi viðspælari, tá ið ræður um at varðveita starvsfólkið og framleiðsluna í fyritøkuni. Og av tí orsøk skulu leiðarar og HR-starvsfólk altíð lívga um hana og tryggja sær, at motivatiónin ikki verður skalað, tá ið teir t.d. seta í verk nýggj tiltøk á fyritøkuni ella fremja bygnaðarbroytingar, sum hava ávirkan á tey einstøku starvsfólkini.

Hvat er tín grundarsteinur fyri motivatión?

Tá ið eg las á CBS i Keypmannahavn, segði ein heimspekingur mær, at flest fólk hava 2-3 motivatiónsgrundarsteinar, sum tey hámeta. Hesir grundarsteinar skulu vera virknir í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum. Eru teir ikki tað, hava vit ringt við at hugsavna okkum um tað, ið liggur fyri framman. Tað ber eisini til at siga, at hesir grundarsteinarnir skulu verða til staðar, vil ein fyritøka, at starvsfólkini áhaldandi skulu gera gott avrik. Hesi orðini havi eg tikið til mín og grundi eisini javnan á tey. Serliga tá eg kavi inn í  eina nýggja verkætlan ella skal seta eitt nýtt átak í verk, har eg skal samskifta og arbeiða saman við øðrum. Eg eri heldur ikki bangin fyri at spyrja mínar starvsfelagar, hvat motiverar tey, tá ið vit fáa eina verkætlan ella eina uppgávu tillutaða, sum vit skulu gera saman.

Motivatión sum amboð

Ert tú leiðari og vilt varðveita og tryggja motivatiónina hjá tínum starvsfólki, skalt tú kenna teirra grundarsteinar.

Vit vita, at løn, arbeiðstrygd o.s.fr. eru týðandi grundarsteinar, tá ið umræður okkara tilverugrundarlag. Tá ið umræður okkara gerandisdag á arbeiðsplássinum, og hvat krevst fyri, at vit trívast væl á tí, eru tað nakrir aðrir grundarsteinar, ið hava eina jaligan ávirkan á okkara arbeiði, og sum gera munin.

Eg havi savnað nakrar grundsteinar, sum eg hámeti og upplivi, at mínir starvsfelagar eisini hámeta í sínum gerandisdegi á arbeiðsplássinum. Teir eru:

  • Ávirkan á mínar arbeiðsuppgávur ella ávísan leiklut í verkætlan

  • Góð og ítøkilig mál

  • Arbeiðið hevur týdning fyri meg (fyri mína yrkisleið og menning)

  • Javnvág millum krøv og tilfeingi (tilfeingi: faklig amboð og arbeiðsamboð)

  • Sparring; tørvur á sparring við leiðaran/starvsfelagar dagliga/av og á

  • Samstarv millum starvsfelagar og leiðaran

  • Sjálvræði

  • Tíð til at hugsavna meg í arbeiðinum

  • Tíð til at skilja uppgávuna rætt

  • Rúm til sjónliggering og at síggja mál í røttum høpi

  • Trongd til at koma skjótt í gongd

  • Yvirskipaðar leiðbeiningar

  • Nágreiniligar leiðbeiningar

  • O.s.fr.

Hvat krevst fyri at motivera teg á arbeiðsplássinum? Eru tit fleiri um eina uppgávu ella eina verkætlan, kann eg viðmæla tykkum til at finna og kenna grundarsteinarnar hjá hvør øðrum, so tit saman kunnu motivera og halda áhuganum uppi í bólkinum 🙂

Previous
Previous

“Boreout”-royndin

Next
Next

Fimm góð prei til innleiðslu