Skal HR virka, skal tað gerast við skili

klip-ef5-1652x826-2.png

Skal HR virka og gera mun, so skal tað gerast við skili!

HR er vorðið eitt alsamt meira brúkt (og til tíðir misbrúkt) hugtak innan fyri leiðslu. HR er bæði í leiðsluástøði og í leiðslupraksis á sama støði sum onnur viðurkend leiðsluhugtøk, so sum strategi, góðskutrygging, evaluering o.o.

Nógv er skrivað, granskað og praktiserað í hesum hugtaki, síðani tað kom fram í 30’unum, og eyðsæð er, at tað ger mun at taka sær av tí menniskjaliga partinum av starvsfólkaøkinum.

Gongdin hevur verið, at HR hevur sveiggjað aftur og fram frá at vera ein integreraður partur av leiðsluni á ymisku stigunum til at verða ein sjálvstøðug funktión við serkønum HR-ráðgevum.

HR leikluturin

Tað, sum vit meta hevur avgerandi týdning, um endamálið við HR skal eydnast, er, at tað verður ein funktión forankrað í ovastu leiðsluni og samstundis ein integreraður partur í dagliga virkseminum hjá desentralu leiðarunum.

Av praktiskum royndum vita vit, at tað hevur alstóran týdning, at HR gerst ein partur av høvuðsuppgávuni í organisatiónini. Tað merkir, at HR skal hugsast inn í høvuðsuppgávuna, soleiðis at HR-átøkini stuðla organisatiónini í at loysa sína høvuðsuppgávu.

HR fær tá tvær plaseringar, onnur er tann dagligi útinnandi leikluturin, sum liggur hjá nærmasta leiðara hjá starvsfólkunum. Hin plaseringin er tann meira yvirskipaða ráðgevandi og strategiska, sum skal liggja sentralt í einari funktión, har HR-serfrøði verður sett.

Góð ráð

Trý góð ráð, um HR-uppgávan skal gerast meiningsfull og virðisskapandi fyri allar partar.

  • Ráðið til ovastu leiðsluna í organisatiónini er, at HR verður tikið í álvara og verður ein veruligur ella integreraður partur av ovastu leiðsluni. Leikluturin hjá HR sum serfrøði er tá at ráðgeva leiðarunum í organisatiónini, t.e. at hjálpa teimum at eydnast í leiðaraleiklutinum. Harumframt skal HR-serfrøðin vera fremsti sparringspartnari og leiðbeinari hjá stjórnini innan fyri HR-økið. Umráðandi er, at yvirskipaði HR-leikluturin fær ta neyðugu tyngdina t.d. við at plasera hana á stjórnarlegu t.d. sum ein organisatións- og HR-stjóra ella t.d. ein tilfeingisstjóra.

  • Ráðið til millumleiðaran ella deildarleiðaran er, at hann verður styrktur í HR-leiklutinum og kann útinna hetta á fremstu røð og samstundis meta um, nær teir skulu leita sær serkøna hjálp og stuðul í serliga kompleksum málum ella avbjóðingum upp á tvørs í organisatiónini. Fyri at tað skal eydnast við at integrera HR í okkara organisatiónir, er tí neyðugt, at HR verður lagt inn sum ábyrgdarøki, har starvsfólkaábyrgd er, tvs. at hvør einstakur leiðari, sum hevur starvsfólkaábyrgd, er HR-leiðari hjá sínum starvsfólkum.

  • Ráðið til starvsfólkini er, at tey skulu vita ella seta seg inn í, hvat fyri funktión ella leiklut HR hevur sum partur av leiðslupraksis ella leiðsluleiklutinum, og at tey eru við til at ávirka, um hetta eydnast ella ikki. Og í hesum sambandi vera tilvitað um, hvat tað merkir fyri tey, at teirra nærmasti leiðari eisini er teirra HR-leiðari, og hvørjir møguleikar liggja í hesum. Eitt hugskot kundi verið, at starvsfólk í sambandi við setanina verða sett inn í ella beinleiðis verða undirvíst í leiðslu … herundir HR?

Ymiskir møguleikar og hættir eru sjálvsagt at útinna HR, men hesi ráðini meta vit tryggja bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum týdningarmiklu integratiónina við høvuðsuppgávuna, og at neyðuga tyngdin verður veitt HR í organisatiónini. Tí tað er als ongin ivi um, at HR sum ein natúrligur partur av leiðsluuppgávuni økir um virðisskapanina og haldførið í organisatiónini.

Um Marin Vang

Marin Vang er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur havt leiðandi størv innan Heilsuverkið tey seinastu 20 árini á ymiskum leiðslustigum í Danmark og seinast í Føroyum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum frá 2000 – 2008. Hon hevur virkað sum samskipari av Diplomútbúgvingini í Leiðslu á Føroya Handilsskúla og undirvísur framhaldandi í henni á Glasi. Frá 2009 hevur hon virkað sum sjálvstøðug vinnurekandi í leiðsluráðgeving innan almenna og privata arbeiðsmarknaðin. Hon er útbúgvin sum prosesskonsulentur frá  Copenhagen Coaching Center í 2011.

Um Steinbjørn Hardlei

Steinbjørn Hardlei er útbúgvin cand.oecon við sergrein í strategiskari leiðslu, broytingarleiðslu og HR, og er helst ein tann royndasti HR leiðarin í Føroyum. Hann hevur tikist við øll økir innan HR í nøkrum av teimum stórstu føroysku fyritøkunum, harumframt hevur hann drúgvar royndir innan leiðslu, bæði sum rakstrarleiðari og stjóri. Steinbjørn hevur staðið á odda fyri fleiri stórum broytingartilgongdum innan strategiska leiðslu og HR, og hevur hollar royndir sum undirvísari á hægri útbúgvingum innan leiðslu á Glasi.

Steinbjørn Hardlei starvast sum umsitingarstjóri á Glasi við ábyrgd fyri m.a. HR og samskifti.

Previous
Previous

Skal HR á skránna?

Next
Next

Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós