Innleiðslumentan
Nær eru nýggj starvsfólk væl mynstrað umborð? Hetta er ein spurningur, eg ofta fái, og stutta svarið er: Tá ið tey ikki longur kenna seg sum gestir í fyritøkuni.
Seinastu árini hevur verið nógv tosað um innleiðslu (onboarding). Serfrøðingar hava granskað og skrivað greinar og gjørt tilmæli til góðar mannagongdir – og við góðari grund. Í dag er ein góð innleiðslutilgongd alfa og omega, millum annað tí at hon er við til at styrkja og stimbra motivatiónina og virkisfýsnið, sum fólk hava við sær, tá ið tey byrja í nýggjum starvi. Ein væl gjøgnumhugsað mynstring sigur bæði: ”Vælkomin higar, vit hava glett okkum til at bjóða tær og tínum yrkisføri vælkomnum umborð,” og at leiðarin hevur gjørt nøkur tilvitað val viðvíkjandi stevnu og kørmum, sum nýggi starvsfelagin skal ferðast í og innan fyri. Ein væl umhugsað innleiðsla tryggjar eisini, at nýggja starvsfólkið verður sett væl og rætt inn í arbeiðið og fær rætta tilgongd til fyritøkuna, starvsfelagarnar, ábyrgdarøkið o.s.fr. At útgera nýggja starvsfólkið rætt til nýggja leiklutin er eisini við til at varðveita viðkomandi í starvinum og harvið byrgja fyri skeivari starvsetan, sum kann kosta fyritøkuni dýrt.
Ein væl gjøgnumhugsað mynstring signalerar: ”Vælkomin higar, vit hava glett okkum til at bjóða tær og tínum yrkisføri vælkomnum umborð.”
Hvussu tryggja vit hetta?
Ja, ráðini eru mong, og tilgongdin til mynstring er eisini ymisk frá einari fyritøku til aðra. Umframt ein møguliga gerðalista (to do-lista), sum tryggjar góða gongd, tá ið leiðarin skal geva nýggjum starvsfelagum innlit í virkið, starvsøki o.s.fr., kann tað eisini hava týdning at hugsa út um rammurnar, millum annað tí at listin meir ella minni er ein fasittlisti, og tí hann ikki endiliga er sambært tí tørvi, sum kann íkoma í sjálvari innleiðslugongdini. Tí skulu vit eisini fata innleiðslu sum eitt amboð – eitt skrúvublað, um tú vilt – sum vit manuelt skulu skrúva og spenna við, so júst henda ítøkiliga mynstringin eydnast júst, sum hon eigur, viðvíkjandi tørvinum hjá okkum og eisini hjá nýggja starvsfelaganum.
Lær umsøkjaran at kenna gjøgnum samvirkan
Tá ið vit bjóða einum umsøkjara til 2. samrøðu, lata vit hann ofta heilsa upp á eitt starvsfólk (ella fleiri). Harumframt fara vit ofta við umsøkjaranum runt í fyritøkuni ella á verksmiðjuni (ella á útvaldum øki/deildum – tað sum hevur týdning fyri hann) og siga honum frá ymiskum amboðum, útgerð og skipanum, sum vit dagliga arbeiða við, og vita, um hetta eisini hevur hansara áhuga. Er hann forvitin og letur av síni vitan á hesum økinum, eru vit heilt greitt komin nærri við at finna tann rætta. At geva innlit í arbeiðspláss okkara er eisini eitt gott framhald av 1. samrøðu. Rundsýningin er sjálvsagt púra sjálvkravd, og vit onnur í fyritøkuni vita ikki navnið á umsøkjaranum. Flestu umsøkjarar játta at fara ein rundtúr, tí teir fegnir vilja læra fyritøkuna betur at kenna, so at teir betur kunnu taka støðu til, um hetta nú er nakað fyri teir. Tað ljóðar kanska nakað umfatandi, men er tað ikki í roynd og veru! Hetta er ein tilgongd, sum vit hava arbeitt upp, og viðkomandi starvsfólk/leiðarar eru upplærd í henni, so tey kenna tilgongdina og sín part í gongdini. Vit kunnu siga, at 2. samrøða eisini hevur ein sonevndan ”walk and talk” part umframt samrøðuna kring borðið.
Hevur umsøkjarin longu fingið sett andlit á deildina og tey amboð/arbeiðstól/skipanir, sum eru á deildini, er lopið frá starvsetanartilgongdini til fyrsta arbeiðsdag ikki so stórt. Hetta er við til at fáa frið yvir starvsetanina bæði fyri nýggja starvsfólkið og hini á deildini. Aðrir umsøkjarar til 2. samrøðu, sum eisini hava verið ein rundtúr, men sum tíverri ikki fingu starvið, sita vónandi eftir við einari góðari kenslu og góðum royndum, hóast teir ikki vórðu settir í starv.
Tilgongdin omanfyri kann ikki brúkast í Føroyum, tí her kennast tey flestu (lættari er at vera ónevnd í Danmark). Men so ber til at gera eina lítla videolýsing av fyritøkuni, at fáa nøkur starvsfólk at siga frá arbeiðsplássinum og kanska eina lítla frágreiðing um amboðini í fyritøkuni, og hvussu samstarvið er millum starvsfólkini/viðskiftafólkini. Klintra er ein KT-fyritøka, sum brúkar videoklipp inni á heimasíðuni hjá sær. Sí eitt videoklipp her – tey lýsa veitingar, missión og hvørji tey eru á ein góðan hátt!
Být innleiðsluna út
Umframt gerðalistan er eisini gott at umhugsa at taka onnur starvsfólk við upp í innleiðsluna. Ofta síggi eg, at mynstringin verður skundað ígjøgnum, m.a. tí at leiðarin hevur so nógv annað at taka sær av. Tí heiti eg á leiðarar: Takið starvsfelagarnar við uppá ráð. Her mæli eg til, at tú sum leiðari bjóðar deildini til ein mynstringarfund og spyrt tey til ráðs, av tí at tey sjálv hava roynt at vera nýsett á deildini og heilt vist hava ein lista yvir, hvat eigur at gerast og hvat ikki. Harumframt eigur tú sum leiðari at gera eitt rúm til starvsfólkini á deildini, har nakað av ábyrgdini av innleiðslu/upplæring hvílir neyvt á teimum og ger tey til viðleikarar og tín longda arm í innleiðslutilgongdini. So skjótt sum tey einstøku starvsfólkini á deildini verða tikin við, kann eg vissa teg um, at nýggju starvsfólkini koma skjótari inn og finna fyrr stevið saman við hinum á deildini. Hetta er bæði ein rakstrarligur og sosialur fyrimunur fyri deildina.
Takið starvsfelagarnar við upp á ráð og bjóða teimum til ein mynstringarfund
Siðvenjur og óskrivaðar reglur
Jú, tær finnast, og nýggjar siðvenjur og óskrivaðar reglur koma undan kavi hvørt ár. Og tær skal nýggja starvsfólkið eisini taka støðu til. Kortlegg siðvenjurnar á deildini og møguligu óskrivaðu reglurnar, sum ráða úti á parkeringsplássinum, í matstovuni, í kopirúminum o.a., og skriva tær upp. Hjá nýggjum starvsfólki er einki stuttligt at gera okkurt ’heilt galið’ fyrstu vikuna!
Ein lítil óskrivað regla, som fólk flest kenna – Parkeringsplássið beint við inngongdina er til stjóran!
Komandi evni
Fimm góð prei til innleiðslu (2. partur)
Les eisini: Virkismentan og Employer Branding sum amboð