Burðardygt arbeiðsrúm
Burðardygd er eitt hugtak, sum ofta er uppi at venda í dag. Hetta er eitt álvarsamt hugtak, sum bæði hugtekur okkum í tí privata rúminum og ger um seg í almenna rúminum.
Seinasta tíðina havi eg hugsað um, hvønn týdning hugtakið hevur fyri meg í gerandisdegnum. Tað kemst av, at eg og míni eru flutt heim, eftir at vit hava búð í Danmark í 16 ár. Hetta skiftið hevur eisini havt við sær, at eg eri farin úr einum starvi í Danmark í eitt annað starv í Føroyum. Nakað, sum serliga hongur við frá mínum gamla starvi í Danmark, er, at eg sløkki ljósið eftir mær, tá eg fari ørindi, og geri mær ómak at nýta tann sama kaffikoppin allan dagin, tá eg eri til arbeiðis. Hetta er kanska smáting, men kortini eitt íkast – mítt lítla íkast – til at varðveita og ansa eftir umhvørvinum.
Eitt burðardygt arbeiðsrúm
Umframt tílík smáting í gerandisdegnum havi eg eisini givið ans og sett spurning við, hvussu hugtakið verður knýtt at mínum arbeiðsdegi, og hvønn leiklut burðardygd hevur fyri mínar starvsfelagar. Spurningar sum: Hvussu gera vit eitt burðardygt arbeiðsrúm, har vit starvsfólk bæði liva sunnari, tryggari og longri? Og hvussu skipa vit arbeiðið, soleiðis at tað gerst burðardygt, samstundis sum vit fáa meira á skaftið?
Á einum øki, har vit longu hugsa um burðardygd, er, tá talan er um likamligt arbeiði, m.a. tá ið vit lyfta og flyta, t.d. í framleiðsluhøll ella á sjúkrahúsinum. Virkir og stovnar hava eisini fingið hjálpitól og vegleiðingar til vega, sum tryggja, at vit gerast meira tilvitað um, hvussu vit lyfta og flyta rætt. Eitt annað, sum nógvar fyritøkur og stovnar eisini leggja dent á, er, at vit áhaldandi menna okkara førleikar, tí tað er við til at uppbyggja tað menniskjaliga tilfeingið, sum bæði kemur fyritøkuni og tí einstaka starvsfólkinum til góðar.
Flest okkara hava ein burðardyggan atburð mótvegis okkara starvsfeløgum. Vit geva tí kanska ikki ans ella hava aldri sett atburðin í samband við hugtakið. At vísa fyrilit og virðing er við til at gera arbeiðsrúmið sunt fyri okkara starvsfelagar. At átaka sær eina uppgáva frá einum starvsfelagi, tá hann ikki strekkir til, er við til at gera eitt trygt rúm. At fáa bjóðað ein góðan kaffimunn og kaku ein keðiligan dag kann gera dagin betri, tí vit verða mint á, at saman standa vit sterkari.
Hvørji parametur eru við til at gera tað burðardygga arbeiðsrúmið betri?
Samanum tikið haldi eg, at arbeiðspláss í dag duga væl at ansa eftir sínum starvsfólki, og vónandi duga vit starvsfólk eins væl at ansa eftir okkara arbeiðsplássi.
Av tí at vit liva í eini verð, sum broytist alla tíðina, har krøv og karmar hjá starvsfólki verða ávirkað av gongdini hjá vinnuni og samfelagnum sum heild, er tað vorðið alsamt neyðugt at hugsa um burðardygd í sambandi við starvsfólk sum týdningarmikið tilfeingi í vinnuni, m.a. kann nevnast hækkaði pensjónsaldurin, sum hevur havt við sær, at vit eru longri virkin í vinnuni. Eitt annað er, at ferðin í arbeiðsgongdini er farin nøkur gear upp.
Tí er spurningurin, hvat kunnu vit gera fyri at ansa betur eftir hvør øðrum, og hvat krevst fyri at tryggja okkum eitt gott burðardygt arbeiðsrúm, har vit bæði trívast sosialt og blomstra sálarliga og likamliga?
Eg havi savnað nakrir tættir, sum eg hámeti í mínum gerandisdegi. Kanska tú kennir teg aftur í onkrum av hesum:
At hava virðing fyri hvør øðrum og ymiskleikanum millum fólk.
At tað er í lagi at miseydnast av og á.
At geva pláss fyri hugsanunum hjá hvør øðrum.
At rætta eina hjálpandi hond.
At lurta eftir starvsfeløgum og geva teimum ans. Tað er ikki vist, at tey gera vart við seg, tá okkurt er áfatt.
At siga frá okkara hugskotum og sparra við starvsfelagar.
At flenna saman við okkara starvsfeløgum.
Eg veit um nógv starvsfólk, sum eru við til at stimbra arbeiðsrúmið á jaligan hátt. Summi kalla tey fyri límið í toyminum, m.a. tí tey hava evnini til at halda saman og knýta fólk tættari at hvør øðrum, samstundis sum tey fáa alt til at glíða. Hetta eru fólk, sum eg eisini meti eru við til at stimbra eitt burðardygt arbeiðsrúm.
Hvør er límið í tykkara toymi/arbeiðsplássi, og hvat serstakt gera tit fyri at gera arbeiðsrúmið burðardygt fyri tykkara starvsfelagar?