HR í Føroyum í nýggjum hami
Áhugafelagið HR í Føroyum hevur fingið búmerki og nýggja heimasíðu, www.hriforoyum.fo
Sjálvt um áhugafelagið bara hevur hálvt annað ár á baki, hevur áhugafelagið ment seg á fleiri mótum. Áhugin fyri at gerast limur í áhugafelagnum hevur verið stórur, og tað er í dag eyðsæð, at nógv føroysk arbeiðspláss raðfesta HR og starvsfólkaøkið.
Endamálið við áhugafelagnum er m.a. at varpa ljós á nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild umframt at skapa eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um HR fyri limir okkara, greiðir nevndin frá.
Í tøttum samstarvi við ymiskar fyritøkur, stovnar og vinnulívsfólk hevur tað eydnast áhugafelagnum at skipa fyri átøkum, har fyritøkurnar hava bjóðað fram og útlutað av síni vitan og royndum og harvið givið íblástur til eitt nú best practice. Millum hesar fyritøkur kunnu nevnast Føroya Tele, Glasir og BankNordik, sum sjónliga raðfesta trivnað og menning á arbeiðsplássinum.
Aftrat hesum kann sigast, at tað hevur eisini eydnast at røkka út um føroysk mørk og fingið danska felagið, DANSK HR, til at stuðla og menna okkara føroyska áhugafelag, sigur nevndin. Hesum fingu limirnar í HR í Føroyum ágóðan av, tá ið felagið bjóðaði formanninum í DANSK HR, Kim Starck, til Føroya á seinasta aðalfundin, har hann setti sjóneykuna á framtíðar HR í Danmark.
Hesa seinastu tíðina hevur tað verið torført at skipað fyri tiltøkum orsakað av Covid-19 farsóttini. Tó hevur tað eydnast áhugafelagnum at skipað fyri einum netsetri – online webinari – við serfrøðingum frá DANSK HR. Nevndin sigur, at hetta var eitt væl eydnað tiltak, har limir teirra kundu nema sær íblástur og vitan hvør sær í tryggari frástøðu. Eitt væleydnað netsetur, ið nevndin ætlar at seta á skrá aftur.
Sjálvt um Covid-19 farsóttin hevur lagt lok á nógv, hevur nevndin arbeitt miðvíst og lagt framtíðarætlanir fyri komandi tiltøk. Nevnast kann komandi tiltakið hjá Tórshavnar kommunu, har starvsfólkadeildin í Tórshavnar kommunu setur sjóneykuna á nýggju dátaverndarlógina, GDPR, og hvussu tey hava ment tilgongdir og skipanir, ið stuðla røttu handfaring av persónsdátum í kommununi.
Til komandi aðalfundin, sum verður í februar 2021, hevur tað eydnast nevndini at fingið serfrøðingin og bókarhøvundin Helle Hedegaard Hein til Føroya. Hon fer at taka støði í bók síni Primadonnaledelse.
At enda ásannar nevndin, at HR er eitt øki í menning í Føroyum. Alsamt fleiri fyritøkur og stovnar fáa eyguni upp fyri HR, og hvønn leiklut HR hevur fyri arbeiðspláss. Tá ið hetta er sagt, so metir nevndin ikki, at HR-fakfólk hava somu møguleikar at mennast og at nema sær vitan innan fyri nýggjastu fyribrigdini á økinum. Tað er at vóna, at hesi fakfólk kunnu nema sær hesa vitanina og fáa íblástur gjøgnum áhugafelagið.
Nevndin