Netverk fyri limirnar

Gott 50 HR-fólk í Føroyum eru limir í áhugafelagnum “HR í Føroyum”. Áhugafelagið bjóðar limum sínum ymisk tiltøk, sum millum annað er við til at styrkja fakliga partin hjá limum sínum. Korona hevur eisini forða felagnum at skipa fyri tiltøkum i ár, sum so nógv onnur hava upplivað tað. Men nakað er gjørt. Eitt nú hava fyrilestrar verið á netinum. Í komandi viku verður eitt limatiltak, sum Formula skipar fyri. Tá verður eitt ókeypis GDPR tiltak fyri limirnar 23. november á Formula.

Fyrst í januar mánaði, 2021, fara tvey nýggj netverk ígongd. Annað netverkið verður leitt av Bergtóru Høgnadóttir, har evnið í netverkinum er HR generelt. Hitt netverkið verður leitt av Rakul B. Gardar og fer tað netverkið at virka fyri GDPR. Netverkini verða bert fyri limir. Um ein ynskir at melda seg inn í felagið sum lim, kann ein melda seg inn sum lim her á heimasíðuni.

Previous
Previous

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Next
Next

Helle Hedegaard Hein heldur fyrilestur á aðalfundinum í 2021