Arbeiðsgleði – Stjørnustundir á arbeiðsplássinum
Vit kenna tað øll, at ein arbeiðsdagur loysir annan av. Uppgávurnar koma inn í støðugum streymi, og tíðin gongur við at fáa tær loystar! Vit eru upptikin av, hvat liggur á borðinum, og gloyma at hyggja upp og yvir á starvsfelagan!
Hvat er arbeiðsgleði?
Menniskju kunnu lýsa arbeiðsgleði á ymsan hátt. Allýsingin er treytað av, hvørji nøgdsemiskrøv tann einstaki setir. Men spyrt tú síðumannin her og nú, er skjóta svarið helst: góðar arbeiðsuppgávur og góðir starvsfelagar. Og rætt er tað.
Hví varpa ljós á arbeiðsgleði?
Tí at arbeiðsgleði er við til at fremja dygdina av arbeiði okkara og økir lívsgóðskuna, har millum annað gleði og gott sjálvsvirði sleppa at blóma.
Grundin til, at NOTION hevur valt ein brellbita um arbeiðsgleði, er grundað á upplivingar, eg sjálv havi havt á mínum arbeiðsplássi. Í øðrum førinum var tað vinarligur stuðul frá einum starvsfelaga, og hin upplivingin var tríggjar góðar karamellur á borðinum hjá mær! Tað fekk meg at seta spurning við, hvat eg geri til tess at fremja arbeiðsgleði hjá mínum starvsfelagum?
Prei
Her eru nøkur prei um, hvussu tú kanst økja arbeiðsgleðina hjá starvsfelaga tínum.
Tak ábyrgd: Øll hava felags ábyrgd av at skapa gott huglag og góð viðurskifti. Hugsa um, hvørji vanamynstur eyðkenna teg á hesum økinum. Eru vanamynstur tíni virðismikil, neutral ella avmarkandi fyri starvsfelagar tínar? Hugsa um, hvørji mynstur tú kanst broyta – her og nú – og harvið gera umhvørvið betri rundan um teg.
Viðurkenn: Nógvir mátar eru at viðurkenna starvsfelagar. Vanliga varnast vit mest munnliga viðurkenning, men vit skulu eisini minnast til at viðurkenna gjøgnum atburð. Tað kann vera at bjóða ein kaffimunn – tá tú kortini skalt fylla tær uppí aftur – ella legg eina karamellu á borðið hjá starvsfelaganum – á tann hátt viðurkenna og vísa vit, at vit ’síggja’ starvsfelagarnar! Munnliga kanst tú til dømis rósa starvsfelaganum, tá ið hann hevur loyst eina uppgávu væl. Bara hugflogið setir mørk. Við at viðurkenna fært tú eisini góð viðurskifti við starvsfelagarnar. Hetta er til gagns fyri teg líka væl sum fyri starvsfelagan.
Ansa hvør eftir øðrum: Vit hava øll somul havt brúk fyri eini hjálpandi hond. Hjálpandi hondin verður oftast afturlønt.
Smíl: Tað smittar.
Tak tí spakan í egna hond og framleið arbeiðsgleði millum starvsfelagarnar – tað sigst at løna seg aftur.
Góða eydnu og takk fyri karamellurnar.
Les eisini: Set arbeiðsgleði á breddan og ríka um gerandisdagin